Oljufund við Føroyar stóran týdning fyri alt Atlantsmótið

Richard Hardmann eitur hann. Ein av ?the grand old man? í altjóða oljuvinnu. Hesi seinastu seks árini hevur hann uttan íhald víst Føroyum sum komandi oljuprovins alstóran áhuga. Í dag starvast hann sum stjóri fyri øllum leitivirksemi hjá stóra amerikanska oljufelagnum Amerada Hess. Tá felagið fór at vísa Føroyum ans í 1996 var Richard Hardmann ein av teimum fyrstu oljustjórunum, ið legði leiðina til Føroya. Saman við Sam Laidlaw, sum er ein av oddamonnunum í oljufelagnum vitjaði Richard Hardmann í Føroyum fyri at fáa sær eina fatan av samfelagnum og møguleikunum her fyri eini komandi oljuvinnu. Tá var Johan Mortensen umboðsmaður fyri felagið og tók ímóti teimum báðum. Tá The Faroes Partnership bólkurin við Amerada Hess sum operatøri legði inn umsókn sína um leitiloyvi á landgrunninum herfyri, vóru Richard Hardmann og Johan Mortensen við í hópinum.

Sosialurin nýtti høvi til at tosa við teir báðar, sum hava hildið sambandið síðani. Herfyri var Richard Hardmann settur til at standa fyri altjóða leitingini hjá Amerada Hess og norðmaðurin Jan Evensen varð settur til at standa fyri leitingini við Føroyar. Kortini kundi Richard Hardmann ikki lata vera við at vera til steðar søguliga dagin, tá umsóknin varð latin.

Vit spurdu Richard Hardmann, hvussu tað ber til, at hóast hann ikki hevur nakað beinleiðis við Føroyaøkið gera framvegis vísir Føroyum so stóran áhuga :


Dámar at vera her

-Tað er helst eldhugurin og gleðin at vera í Føroyum, ið eru orsøkin til, at eg eri her. Mær dámar hetta landið og fólkið, og eg meti meg vera sera hepnan at kunna koma til land tykkara í sambandi við oljuvirksemi.

Richard Hardmann metir 17. mai aum ein sera týðandi dag fyri framtíðina hjá ikki minst føroyingum. Hann heldur tað er sera umráðandi við kapping millum oljufeløgini at fáa lut í lisensunum. Meðan vit í byrjanini máttu leita okkum fram so skilja vit í dag undirgrundina betri. -Her eru nógv góð oljufeløg við og vit vilja sjálvandi gera okkara besta.

Richard Hardmann er fegin um at hava eitt føroyskt felag við í bólkinum. Tað er ein partur av strategiini, tí teir leggja dent á samstarv. Tað er tað heitið Partnership skal borga fyri. Endamálið er ikki bert at samstarva við eitt føroyusk felag. Tað er fyrst og fremst at leggja dent á samvinnu við føroyska fólkið. Vit mugu gera alt fyri at varðveita tann so serstaka føroyska kulturin.

Richard Hardmann heldur føroyingar skulu vera nøgdir við, at so nógv feløg eru við, tí tað er altíð gott við kapping. Avbjóðingin hjá føroysku myndugleikunum er nú at velja út tey bestu feløgini. Avbjóðingin hjá oljuídnaðinum er ikki bert at kanna økini nær bretska sektorinum men at kanna víðari og at kunna skilja, hvussu man skal kunna síggja og tulka undirgrundina undir basaltinum. Hetta er eingin løtt uppgáva. Og tað er dýrt. -Vit í Amerada hava gjørt nakað við hetta, og tað er greitt, at okkum nýtist stór felt fyri at kunna tað. Vit hava tí eina dupulta avbjóðing. Fyri tað fyrsta at fáa teigar, og harnæst - fáa vit økið at leita á - at kunna flyta útjaðaran longur vestur - ?push back the frontiers?. Hetta er nakað Amerada Hess er kent fyri. Tað gjørdu vit t.d. vestan fyri Hetland. Tá flestu av feløgunum rýmdu, hildu vit fram við leitingini.

-Tú ber ikki ótta fyri, at søgan úr Falklandsoyggjunum skal fara at endurtaka seg her?

-Sjálvandi geri eg tað. Hvørja ferð tú risikerar nakað í nýggjum øki, so mást tú eisini taka tað við, at tú kanst taka feil. Men tað er frá slíkum mistøkum og ringum úrslitum, at vit læra og henda lærdóm brúka vit so aftur í nýggjum økjum aðrastaðni. Vit eru tí sera fegnir um at vera her í Føroyum, og vit vóna sjálvandi, at myndugleikarnir halda okkum vera áhugaverdar til hesa uppgávu.

Richard Hardmann sum er ein gomul rotta í bransjuni trýr ikki uppá, at øll feløgini, sum hava søkt, verða vinnarar. Tað er ein partur av ?spælinum?, at onkur verður tapari. Tí er talan um eina torføra uppgávu hjá myndugleikunum. Eitt annað, sum man má taka hædd fyri, er, at í einum frontierøki er man ongantíð heilt vísur í, hvør teigur er bestur. Tí kann tað koma at merkja, at allir fáa ein tjans. Men tað verða vinnarar og taparar í slíkum. Tað kemst ikki uttan um.

Richard Hardmann sigur seg ikki vita, hvønn arbeiðshátt myndugleikarnir fara at velja. Men hyggur man eftir gongdini í t.d. Týskalandi, tá koyrdu teir øll feløgini í eitt felag og bjóðaðu teimum nógv. Uppá tann mátan kanst tú gera øll nøgd. Um tað er nakað, sum myndugleikarnir ynskja at gera øll feløg nøgd, so er tað væl tað, sum hendir.

Richard Hardmann heldur sjálvur, at tað skilabesta sum myndugleikarnir kunnu gera er at lata tveir ella tríggjar bólkar av oljufeløgum teir góðu teigarnar heldur enn bara at geva einum bólki ella felag alt tað besta.

Hvat sigur hann til møguleikan at álagt verður fleiri umsøkjarum at arbeiða saman. -Oljufeløgini eru von at arbeiða saman, men ein av reglunum er, at konvoyin gongur eftir ferðini hjá tí skipinum, sum gongur seinast. Og tað ger, at tú vil ikki hava ov nógvar stórar konvoyir, tí tær tá eru bundnar at skipum, ið sigla spakuliga. Tað merkir, at leitingin verður ikki at fara fram í rætta tempoiinum, og hendir tað, so verða fólk og feløg móð og missa áhuga og fara frá økinum.


BP Amoco og hini

-Nú er BP Amoco eitt sera stórt felag. Ber tú ótta fyri, at tað vegna sína stødd fer at fáa tann besta bitan?

-BP Amoco hevur eina inntøku, sum er størri enn 13. ella 14. ríkasta landið í verðini. Eg haldi tí, at tað má vera upp til føroysku myndugleikarnar at avgera, um tað er ov stórt. Eg havi sjálvur arbeitt fyri bæði BP og Amoco í 21 ár og veit, at tað eru feløg, sum seta sær mál og vilja røkka teimum. Tøkniliga eru tey sera góð men tað eru eisini mong av hinum feløgunum, sum teir kappast við. Eg trúgvi, at tað er upp til føroyskar myndugleikar at gera av, hvat slag av felagsskapi er best fyri Føroyar.

-Vildi tað verið rímuligt, um føroyskir myndugleikar áleggja BP Amoco vegna tess stødd at vera saman við onkrum av bólkunum?

-Tað er sjálvandi ein av møguleikunum. Sjálvur haldi eg oljumyndugleikarnir hava eina nóg torføra uppgávu uttan at skula fáa ráð frá mær.

-Nú tú hevur verið her so oftani hevur tú ongantíð hugsað um, hvørjar negativar avleiðingar ein oljuvinna kann hava á hetta lítla landið?

-Tað havi eg sjálvandi. Tað er ein av teimum mest álvarssomu spurningunum. Tað eru altíð plussir og minussir við slíkum. Einhvør broyting hevur vágar við sær. Vit hava roynt at minka um tann vágan við fyri tað fyrsta av hava ein føroyskan stjóra í Ben Arabo og harnæst eitt samstarv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.

Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.

-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.

Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.

Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.


Drúgvur burður

Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.

-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,

sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.

 -Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera  innan fyri Skandinavia.

-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.