Oljumálningar í føgrum litum

Emma Mathiasdóttir Heinesen sýnir hesa vikuni fram í Smiðjuni í Lítluvík

FRAMSÝNING

Emma Mathiasdóttir Heinesen segði sítt arbeiði sum flogterna upp, tá hon fylti hálvtrýss. Nú nýtir so nógva tíð sum gjørligt til at mála.
Hon hevur leingi dámað væl at mála, men tað var ikki fyrr enn í 1998, at hon fyri fyrstu ferð sýndi fram alment.
Hon hevur eina framsýning á Norðoyastevnu á hvørjum ári, og nú leggur hon seg eisini eftir at hava eina framsýning hvørt ár í Smiðjuni í Lítluvík.
Hendan seinasta framsýningin hjá henni lat upp leygardagin. Framsýningin hýsir fjøruti oljumálningar. Í føgrum litum, sum Emma tekur til.
Allir málningarnir eru málaðir í ár, og teir byggja heldur á søgur enn motiv, sigur Emma.
Hon er sjálvlærd sum málari, og hon hevur tikið okkurt kvøldskúla skeið.
Um summarið hevur hon sítt egna gallarí í Klaksvík, sum verður rópt fyri Gallarí Emma.
Hon spælir við tankanum um at fáa sær sítt egna fasta gallarí alt árið. Eisini hugsar hon nógv um at leggja leiðina til Italia á háskúla.
Framsýningin hjá Emmu er opin til og við hósdagin.