Oljupengar fyrst og fremst til at menna útjaðaran

Skotar hava vunnið nógvar pening úr oljuni. Tað er so í evsta tíma, at teir hava innsæð, at hesin peningur er væl givin út, tá hann kemur útjaðaranum til góðar. Tað eiga vit at leggja okkum í geyma longu nú, áðrenn oljavinnan hevur tikið dyk á seg heldur formaðurin í Vinnunevndini

Vinnunevnd á ferð


Í farnu viku var Vinnunevndin og umboð fyri Oljumálastýrið á kunningarferð í Skotlandi. Formaðurin í nevndini, Henrik Old er sera fegin um ferðina og heldur hann, at Oljumálastýrið, sum átti stóran part av fyrireikingini, eigur stóra tøkk fyri sítt professionella arbeiði. Skráin varð sera fjølbroytt og varð vitjað á fleiri plássum, har umboðini fingu innlit í bæði fiskivinnu, oljuvinnu og útjaðaramenning. Henrik Old vísir á, at Vinnunevndin er tann tingmannanevndin, sum fevnir mest víða og tí var tað eisini umráðandi at brúka ferðina til eina breiða kunning innan fleiri samfelagsøki. Alt tað, sum tríggir landsstýrismenn takast við, endar í Vinnunevndini tvs. teir, sum umsita fiskivinnu, vinnumál og oljumál. Hann dylur ikki fyri, at nevndarlimirnir heimafturkomnir hava víðkað sín sjónarring og hava fingið eina vitan, sum teir kunnu fáa nógv brúk fyri í sínum arbeiði á tingi.

Vitjað varð á fiskamarknaðinum í Peterhead, á gassterminalinum í St. Fergus, á høvuðskrivstovunum hjá oljufeløgunum Amerada Hess og Agip og hjá Robert Gordon Intitute of Technology, sum er ein trygdarvenjingarstøð. Vitjanin á Robert Gordon stovninum fyri trygd nakað varð nettup nakað, sum Vinnunevndin hevði stórt gagn av, tí trygdarspurningar fevna bæði um fiski- og oljuvinnu.

Útjaðarin
Formaðurin í Vinnunevndini heldur vit hava nógv av læra av skotum á teimum ymsu økjunum og her hugsar hann ikki minst um tað arbeiði, sum verður gjørt fyri at betra um trivnaðin á smáplássunum og á teimum mongu oyggjunum kring Skotland. Her er nevniliga eitt ótal av oyggjum, sum eru í sama báti sum fleiri av útjaðaraoyggjunum í Føroyum og har størsti trupulleikin hevur verið fráflytingin av teimum ungu. Tey ungu fara til stórbýirnar at nema sær útbúgving og koma so ikki aftur. Myndugleikarnir hava sett nógvar pengar av til at bøta um henda óhepna útviklingin. Sjálvur heldur Henrik Old, at hetta er nakað, sum vit eiga at taka upp í Føroyum eisini, nevniliga hetta at raðfesta útjaðaraøkini hægri við at seta munandi peningaupphæddir til ymisk endamál. Ikki sum í dag, har man nú hevur fingið ein landsstýrismann at taka sær av útjaðaramálum, og har tað so bert verða settar 300.000 kr. til hetta øki á fíggjarlógini. Hevði upphæddin verið 3 mill. kr. so var tað nakað at tosa um. ?Nú var landsstýrismaðurin í útjaðaramálum við á ferðini, so hann hevur fingið nakað at hugsa um, nú hann hevur sæð, hvussu næstu grannar okkara raðfesta útjaðaramenningina.

Tey ungu
Henrik Old heldur, at tey á ferðini fingu gott innlit í tær broytingar, sum eru farnar fram í eitt nú Aberdeen, síðani oljan tók dyk á seg og yvirhálaði fiskivinnuna. Hann vísir á, at støðan í býnum í dag er tann, at tú skal hava sera høga inntøku fyri at klára teg, og tað ger, at tey ungu, sum ikki hava arbeiði í oljuvinnuni og sum skulu til at fáa tak yvir høvdið, eru sera illa fyri. Tey hava sera ringt við at fáa fótafesti uttan so at tey fáa eitt arbeiði við sera høgari løn. Støðan hjá teimum yngru í Aberdeen líkist nógv henni hjá teimum ungu, sum skulu etablera seg í Havn. Hesi skulu brúka alla sína tilveru fyri at fáa tak yvir høvdið og er tað heilt burturvið.

Men so skjótt man kemur longur burtur frá Aberdeen, so verður hetta øðrvísi. Menningin í býnum hevur verið øgilig, uppá gott og ilt. Hon er sjálvandi komin væl við hjá mongum, men hini, sum ikki hava høga inntøku í hesi nýggju vinnu, hava ikki fingið tað betri, tá hugsað verður um at seta fót undir egið borð. Meira enn 50.000 fólk eru flutt til býin.

Hugsa okkum væl um
Formaðurin í Vinnunevndini heldur, at vit føroyingar mugu hugsa okkum ómetaliga væl um, fáa vit nógvar pengar um hendi frá eini oljuvinnu. Hann heldur, at tað var rætt at seta í lógina, at alt virksemi skuldi um føroyskan kaikant, og at tað heldur skal vera møguleiki at gera undantak frá tí, um tað verður hildið rætt. Hann heldur tað vera burturvið nú at tosa um at taka hetta krav úr lógini, tí tá standa vit heilt á berum. Verður nógv gass funnið og spurningurin verður um tað skal flytast til lands, so er tað nakað, sum vit ikki skulu taka støðu til her og nú men heldur nakað, sum má standa opið til ta tíð. Gassterminalurin í St. Fergus er øgiligur, og er tað ivasamt, um hetta er tað føroyingar ynskja. Men tingmaðurin heldur, at hetta er nakað, sum okkara myndugleikar skulu hava møguleika at avgera í framtíðini. Tað skal vera ein samráðingarmøguleiki við oljufeløgini, har man nú einaferð letur og gevur og tekur.

?Men tað krevur umhugsni. Sjálvur trúgvi eg, at fáa vit ikki pengar til at brúka at menna útjaðaran við, so er illa vorðið. Skulu oljuinntøkur bara brúkast til at menna tað, sum er í miðjuni av landinum og sum frammanundan er ment nógv, so er einki vunnið í hesi vinnu. Eitt tað mest týðandi við oljuvinnu her má vera, at útjaðarin fær betri umstøður. Hetta er nakað vit kunnu læra av skotum. Teir hava tikið í nakkan á sær sjálvum og siga, at her mátti henda nakað. Tað er helst í síðstu løtu, tí teir síggja, at útjaðarin er við skerdan lut. Tí koyra teir stórar peningaupphæddir til útjaðaramenning. Henrik Old heldur ikki tað er nøkur orsøk til at økja meira um virksemi í miðøkinum, tí her er nóg nógv virksemi sum er. Í dag er tað bert miðøkið, sum hevur fingið nakað burtur úr oljuvinnuni. Sohvørt hon mennist má hetta eisini broytast.

Nú er kanska í so tíðliga at tosa um framtíðina, tá vit ikki vita, hvussu verður við oljufundum á føroyaøkinum, men verður olja funnin og framleiðsla fer í gongd, so ivast Henrik Old ikki eina løtu, at oljufeløgini fara at brúka eitt nú Suðuroynna í sambandi við sítt virksemi, nú hon helst fer at liggja næst oljufeltunum.

Nú hann er komin heimaftur spurdu við Henrik Old, hvat hann serliga hevur lagt sær í geyma á ferðini. -Áðrenn eg fór hugsaði eg nógv um, hvat vit kunnu gera fyri, at Føroyar ikki minka enn meira. Eftir hesa ferðina eri eg sannførdur um, at tað ber til at forða fyri hesi gongd, sjálvt um tað eru fleiri, sum halda, at alt fer at laga seg. Í sambandi við oljuvinnuna mugu vit ansa ómetaliga væl eftir, at ein slík nýggj vinna ikki kollrennur eitt so lítið samfelag. Ein dag er eingin olja eftir. Man krevur tí at ansa eftir ikki at gera alt samfelagið bundið at hesi eini vinnuni.

Vinarligir og ærligir
Formaðurin í Vinnunevndini hevur alt gott at bera skotum. Sjálvur hevur hann havt samband við skotar seinastu 30 árini hann hevur virkað í fiskivinnuni og heldur fyri, at í teimum hava við bæði vinir og góðar samstarvsfelagar. Her vísir hann serliga til teirra góða og ærliga lyndi. Hevur tú gjørt eina avtalu við ein skota so heldur hon. Annars kendist tað ikki so galið hjá føroyingunum at vitja í Skotlandi so stutt eftir, at vit fingu javnleik í fótbólti. Hetta gjørdi, at skotar hugdu eitt sindur ?skeivt? uppá føroyingarnar. Ella vísit teimum virðing.

Henrik Old heldur tað vera rætt at menna samvinnuna við okkara næsta granna, bæði á tí vinnuliga og tí mentanarliga økinum. Hann fegnast tí um, at bæði Atlantic og Smyril Line byggja brýr millum londini, sum skulu stuðla uppundir hesa menning.

Heimafturkomin er ov mikið at tríva í av arbeiði í Vinnunevndini. Sjálvur dámar formaðurin sera væl hetta arbeiði, tí alt, sum nevndin tekst við, hevur nakað við lív at gera. ?Sjálvur eri eg ein rættiliga livandi persónur, og at skula stíla fyri arbeiðinum í Vinnunevndini er nakað, sum hóvar mær serstakliga væl antin tað so er í undirgrundini, í sjónum og omaná sigur ein opinskáraður og fegin Henrik Old.