Oljuserfrøðingar halda nú, at oljuprísurin kann fara at hækka upp í 150 dollarar fyri tunnuna fyri árslok í ár Eygleiðarar halda, at tað ikki minst er spekulatión, sum liggur aftanfyri stóra prísvøksturin á olju.
At oljan dýrkar enn meira, fer ikki minst at raka fiskiskipaflotan og tær vinnur, sum eru nógv tengdar at olju. Men hækkandi prísirnir fara so sanniliga eisini at raka húsarhaldini og tey, sum ferðast í bili.
Herfyri fór prísurin á amerikanskari lætt-olju upp í 125 dollarar fyri tunnuna. Hetta hendi á tí elektroniska handlinum á rávørubørsinum í New York herfyri. Hægsti oljuprísurin á børsinum var nevniliga uppi á 125,97 dollarar fyri tunnuna.
Norska heimasíðan hjá Fiskeribladet Fiskaren skrivar, at hetta er fyrstu ferð í søguni, at prísirnir á olju hava verið so høgir. Í greinini verður vísti til NA24, sum keldu.
Norðsjóvaroljan er eisini farin upp um 125 dollarar fyri tunnuna. Hetta er nýtt prísmet á rávørubørsinum í London.
Bert upp á eitt ár er oljuprísurin soleiðis tvífaldaður.
- Eg vænti, at vit fara at síggja prísir, sum fara at liggja uppi á 150 dollarar fyri tunnuna teir næstu seks mánaðirnar, sigur eygleiðarin, Eugen Weinbert í Commerzbank við Bloomberg News.
Hann vísir á, at tað ikki minst er spekulatión, sum liggur aftanfyri hækkandi oljuprísirnar.