Oljuprísurin kanska ?100 ella 125 dollarar í ár

Serfrøðingar innan oljuhandil eru á einum máli um, at prísurin á ráolju fer at hækka í ár, og at hann kann koma upp á 100 dollarar fyri tunnuna

Norska Finansavisen hevur spurt 20 greinarar, íleggjarar, leiðandi stjórar og aðrar serfrøðingar um, hvussu oljuprísurin fer at hátta sær í ár, og niðurstøðan aftan á samrøðurnar er, at oljan fer at dýrka í 2010.
Meiri enn helmingurin av teimum spurdu serfrøðingunum siga seg vænta, at oljuprísurin fer at koma upp á 100 dollarar í ár, og at hann kanska fer uppum. Næstan allir eru sannførdir um, at ímóti ársenda í ár verður oljan í hvussu er dýrari, enn hon er nú.
At oljuprísurin fer upp kemst av, at altsamt minni olja kemur út á marknaðin, og lutfallið millum útboð og eftirspurning trýstir prísin upp. Tað sama ger framgongdin í heimsbúskapinum.
-Vøkstur í heimsbúskapinum økir eftirspurningin eftir olju og serstakliga í Asia. Hetta hava vit longu sæð, og eg vænti, at hendan gongdin fer at standa við, sigur ein av serfrøðingunum, Ståle Kyllingstad, við Finansavisen.
Ein annar, Erik Karlstrøm, sigur við blaðið, at gongdin í oljuprísinum í ár verður nær tengdt at, hvussu væl tað fer at eydnast altjóða fíggjarmarknaðunum at fóta sær aftur eftir kreppuna. Sjálvur væntar hann, at oljuprísurin kann koma heilt upp í 125 dollarar fyri tunnuna í hesum árinum.
Finansavisen skrivar, at ein tilsvarandi meting, sum blaðið fekk frá serfrøðingunum fyri einum ári síðani, helt.