Oljuskip til Havnar at skifta manning

Nú fyrstu loyvini eru latin til oljuleiting við Føroyar kunnu vit rokna við at síggja útlendsk oljuútgerðaskip oftari í føroyskari havn. Oljufeløgini vilja við hesum vísa, at tey longu nú vilja gera brúk av føroyskum vørum og tænastum.

 

Teinurin frá oljufeltunum á bretskari síðu til Føroya er nakað tann sama sum at fara til havn í Skotlandi ella oyggjunum har. Mánadagin kom Highland Spirit, sum er í charturi fyri BP á Schiehallion feltinum á Havnina at skifta manning og bunkra olju og vatn. Skipið er útgjørt sum bjargingarskip og kann taka upp til 300 fólk. Á middegi í gjár komu 13 mans við flogfari og 13 fóru avstaðaftur. Tað er Thor, sum er umboð fyri reiðararíið.