Í summar runnu 7.000 litrar av olju út í náttúruna, tá ókendir menn royndu at taka olju úr einari leiðing nærhendis Holbæk á Sjællandi. Løgreglan hevur staðið á berum í málinum, men nú er kanska ein loysn á veg.
Seinasta fríggjadag tók løgreglan tríggjar letlendingar og skuldsetti teir fyri at hava tikið olju úr einari oljuleiðing, sum danska hervaldið hevur í Jyllandi, heilar 27 ferðir. Nú verður so kannað, um hetta eru teir somu menninir, sum tóku olju við Holbæk í summar.
Tann høgi oljuprísurin ger, at oljustuldur er vorðin meiri vanligur nú enn fyrr.