Oljuvinnan ein prístilvitað vinna

Oilwind hevur í mong ár havt virksemi innan oljuvinnu, men royndirnar eru, at henda vinna er sera tilvitað um prís og lagar seg skjótt eftir umstøðunum. Tí gongur skjótt upp og niður við virksemin-um, eins og í øðrum vinnum. Jákup Joensen, stjóri, sigur, at fyri teirra viðkomandi hava ráðstevnur, messur, ikki givið so nógv ítøkiligt, men neyðugt er tó at dagføra seg

Tað er so langt síðani, at farið var undir at prátað um oljuvinnu og at vit skuldu við í hesa vinnu.
- Eg var við í einum arbeiðsbólki í Vágum fyri mongum árum síðani, minnist Jákup Joensen, stjóri í Oilwind í Miðvági, sum í mong ár hevur havt nógvar mans í oljuvinnuvirksemi í Noreg.
- Men í 1997 fingu vit samband við eitt felag í Noreg og fingu samstarv. Vit skuldu menna ymsar skipanir á boripallum, tí m.a. skuldi vinnan rationaliserast. Hetta helt á støðugt til ár 2000 og vit høvdu nógvar mans úti, sigur Jákup Joensen.
Síðani fullu oljuprísirnir.
- Feløgini skóru útreiðslurnar niður beinanvegin og síðani august 2000 var manningin heima. Men síðani í fjør einaferð, tá oljuprísurin aftur fór upp, hevur virksemi aftur verið. Oljuvinnan er ein vinna, sum er sera tilvitað um prís, so virksemið er ymsikt og tað svingar og er ójavnt, eins og í øðrum vinnum, sigur Jákup Joensen.
Krøv
Oilwind hevur eisini havt onkra uppgávu fyri Amerada Hess í samband við útbjóðingarumfar í Føroyum.
Men Jákup Joensen ásannaði, at krøvini eru sera høg, skal ein vera við.
- Millum annað var eitt krav, at vit høvdu persóntryggingar upp til einar 60 milliónir. Men vit kannaðu ymisk viðurskifti og funnu útav hvussu vit stóðu, hvar vit vóru veikur og so framvegis. Vit lótu tó eitt tilboð inn og fingu eina uppgávu og ein onnur føroysk fyritøka fekk aðra uppgvávu, sigur Jákup Joensen.
- Tað verður neyvan nakað veruligt virksemi her heima hjá okkum, fyrr enn vit kunnu vísa á, at olja er í føroysku undirgrundini. Til tað er hent, verður tað kanska mest av vælvild, at okkurt stingur seg upp, havi eg varhugan av, metir Jákup Joensen, ið kann sigast eisini at tala av royndum.
Nýtt innan línu
Jákup Joensen sigur, at vit mugu minnast, at vit eru lítið land og eru fáment. Hetta sigur hann av royndum, tí tað hendir, at okkurt stingur seg upp, ið krevur nógvar mans, men tá er arbeiðsorkan ikki tøk.
Hann heldur, at tá talan er um føroyskt virksemi innan oljuvinnu, so er tað helst so, at vit mugu finna okkum onkra "nichu", har vit kunnu gera okkum galdandi.
- Vit hava roynt at arbeit í tí stilla, m.a. í Noreg, men annars er Oilwind eitt virki, sum alla tíðina lagar seg eftir umstøðunum. Men eg kann nevna, at vit júst hava ment nýggja vøru í samband við línufiskiskap. Hetta er ment við stuðli frá BP, og tí hevur verið møguligt at bera so í bandi, at vøran longu er liðug. Men vit eru eitt virki, sum brúkar nógvan pening til menning av nýggjum vørum, sigur Jákup Joensen.
Tað er ikki so at skilja, at hann hevur nakað ímóti messum og ráðstevnum, men hann ásannar, at fyri teirra viðkomandi er ikki so nógv ítøkiligt komið burturúr slíkum tiltøkum.
? Men vit møta helst upp til slík tiltøk og hetta er eisini ein sera kærkomin møguleiki at dagføra seg, sigur stjórin í Oilwind, nú Offshore Faroes 2005 fer av bakkastokki.