Olsen, Olsen og aftur Olsen

B68 styrkti seinnapartin við heimasigri ímóti AB um sína støðu í kappingini um at flyta upp

Tað var Olsen, Olsen og aftur Olsen og so innskifti Petur í Túni Petersen, tá ið B68 seinnapartin við 4-2 heimasigri styrkti um sína støðu í royndini at endurvinna pláss í bestu deildini. Har hevur B68 ikki verið síðani 2016.

Undan hesum dystinum hevði Óli H. Olsen skorað trý mál tilsaman. Í dag tvífaldaði hann samlaða máltalið.

B68 vann 4-2, men tað var AB, sum legði seg á odda. Málskjútti longu í sætta minutti var Gilli Róason, sum AB í summar leigaði í HB.

So var tað, at B68 liðformaðurin Óli Højgaard Olsen fór at gera um seg. Í 18. minutti javnaði hann, í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, legði hann heimaliðið framum 2-1 eftir upplegg frá Esmari P. Clementsen, sum frá baklinjuni í høgru lyfti bóltin í brotsteigin, har Óli H. Olsen stútaði bóltin í málið. Esmar átti eisini uppleggið, tá ið Óli H. Olsen tíggju minuttir eftir steðgin økti um munin til 3-1. Hetta var eftir kiksaða afturlegging

65 minuttir vóru farnir, tá ið Petur í Túni Petersen avloysti Esmar P. Clementsen, og fýra minuttir seinni skoraði Petur í Túni Petersen. So var støðan 4-1, og seytjan minuttir undan leikloki minkaði Bartal Skaalum Petersen um munin til 4-2.

B68 hevur 24 stig fyri 16 dystir og er á fjórða plássi, og AB er á tíggjunda plássi við 8 stigum.

12 .september fær B68 vitjan av KÍ, og AB skal spæla á útivølli ímóti B71.