Síðani til sýslumannin í Streymoy. Hjálagt til Joen Christiansen. Verður upplisið til tygara frágreiðingar og førdir fyri rættin Heine Bertelsen og Gutte Heinesen David Pouls, allir úr Tjørnuvík, sum vitnir um ólukkuna við Andreas Hermandsen síðsta summar, tá ið teir skuldu klippa seyði á einum staði, kallað Stakkurin. Síðani var lisið upp reglurnar fyri teimum trimum vitnunum, sum vóru til staðar.
Síðani varð Heine Bertelsen sum fyrsta vitni førdur fram fyri rættin og vann við eiði og upprøttum fingrum eftir lógini, sum fylgir. Týsdagin fyri Ólavsøku var vitnið saman við hinum íbúgvunum í Tjørnuvík farin við báti til tað, tey kalla Stakkin fyri at seta nøkur lomb út. Sum vanligt varð tann fyrsti maðurin hjálptur upp við stong. fimm setur. Tá ið vitnið ætlaði sær at sita fast á ovasta setrinum, talaði hann við bróðir tann avdeyða, Maties Hermandsen, sum hevði hildið stongini fyri vitnið, at nú kundi hann koma upp til hansara, og vitnið vildi halda línini. Í sama bili hoyrdi vitnið, at teir, sum vóru niðanfyri, róptu, og samstundi sóu teir at nakrir steinar lostnaðu niðanfyri. Vitnið kundi tó ikki siga víst, hvar steinarnir komu frá. Beint aftaná sá vitnið steinarnar falla í havið. Tann farna persónin sá hann eisini fara av berginum og beint í havið. Vitnið sá hann koma einaferð upp aftur, so hann lá omaná sjónum, men tað var ógjørligt at bjarga honum. Síðani vitnið ikki visti meir at siga, varð tað leysgivið.
Síðani hitt vitnið, Gutte Heinesen ... og vitnið sá, at tað lostnaðu ella duttu út berginum nakrir steinar ... millum tann farna, sum var nakað undir og bróður hansara, sum var komin longri upp. Hann sá eisini, tá ið tann umtalaði steinurin datt niður. Andreas Hermandsen, tann farni, boygdi seg fyri at umgangast steinin, men steinurin rakti hann aftan á hálsin, og av samanstoytinum við steinin datt hann niður av berginum út á sjógv. So segði vitnið, at tað hjá teimum, sum eftir vóru, var ómøguligt at bjarga ella frelsa honum.
(Úr Tingbókini)