Fleiri enn 7000 harur blivu skotnar í føroysku hagunum í fjør. Tað vísir ein uppgerð, sum Eyðfinn Magnussen frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt.
Hetta er fyrsta roynd at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í øllum Føroyum.
Í yvirlitinum eru tilsamans 5.381 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2012.
- Men yvirlitið er tíðverri ikki fullfíggjað, tí tað eru uttan iva fleiri harutøl, sum tað ikki hevur eydnast mær at fáa fatur á. So helst er samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2012, omanfyri 7.000, sigur Eyðfinn Magnussen.
Harutølini fyri í fjør eru tó ikki eins góð og tey áttu at verið.
- Nú var 2012 eitt serstaka vánaligt ár til haru. Flestu harumenn, sum eg havi tosað við siga, at teir bara hava fingið umleið helvtina av tí, sum teir vanliga plaga at fáa. Er hetta rætt, verða eitt miðal ár skotnar dupult so nógvar, t.e.14.000, harur í Føroyum. Siga vit, at helvtina av harustovninum verður skotnar á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin í 2012 umleið 14.000 harur. Eitt miðal ár er harustovnurin kanska tað dupulta, greiðir Eyðfinn Magnussen frá.
Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2012, vísir yvirlitið. Tilsamans vórðu skotnar 429 harur í teimum 10 haruhagunum, sum hoyra til bygdina
.
Yvirlitið byggir á úrslit frá 649 einstøkum harutúrum, sum vórðu gjørdir í 199 ymiskum hagapørtum í 68 bygdum í Føroyum. Upplýsingarnir eru fingnir til vega frá tilsamans 183 ymiskum heimildarfólkum kring landið.