Óneyðugt við serligari verju til almenn starvsfólk

Samgongan heldur, at tað er óneyðugt við eini serligari skipan, ið verjir almenn starvsfólk, sum boða frá óreglusemi

Tað er óneyðugt at hava eina varskógaraskipan fyri almenn starvsfólk í Føroyum

Tað heldur samgongan.

 

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um eina varskógvaraskipan, sum gevur teimum eina serliga verju, tá ið tey boða frá óreglusemi á sínum arbeiðsplássi.

 

Málið hevur verið viðgjørt í fíggjarnevndini hjá løgtinginum í heili fýra mánaðir. Men nú eru umboðini hjá samgonguni, Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen, komin til ta niðurstøðu, at tað er óneyðugt.

 

Tey vísa á, at nógvar skipanir eru galdandi á økinum, sum gera eina varskógvaraskipan óneyðuga.

 

Eitt nú hava álitisfólki skyldu ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir, verða hildin.

- Starvsfólk hava soleiðis longu, sum er, bæði rætt og skyldu at boða frá.

 

Men harumframt eru fleiri aðrir møguleikar: Tú kanst skriva til Løgtingsins Umboðsmann, tú kanst skriva til Landsgrannskoðaran, tú kanst fara beinleiðis til títt fakfelag, tú kanst biðja onkran journalist biðja um alment innlit, tú kanst fáa eitt tingfólk at seta fram fyrispurning.

 

Samgongan sigur, at ímeðan bankarnir eru fullkomiliga afturlatið øki, er almenna fyrisitingin víðopin, siga umboðini hjá samgonguni.

 

- Ein stórur partur av tí, fólk halda, at ein varskógvaraskipan skal brúkast til, er longu frammanundan fevndur av vanliga, og sera víða, talufrælsinum hjá hvørjum einstøkum og tí er óneyðugt við eini serligari varskógvaraskipan, siga tey í samgonguni.