"Tú ert ongantíð liðugur at arbeiða við samleika…"
Tað sigur Ólavur Jensen, sum leiðir Vinnurákið fríggjadagin 8. juni - tað er í morgin - í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum frá klokkan 13-16. Hann vísir á, at umheimurin broytist alla tíðina, og kappingarneytarnir við.
- Um tú ynskir at vera partur av ”gaminum”, mást tú fylgja við sum fyritøka/stovnur og støðugt arbeiða við tillagingum. Stendur tú í stað og einki ger, dragnar tú afturúr. Neyðugt er at fylgja við og gera neyðugu átøkini, langt áðrenn reyðu perurnar fara at blunka.
Sum dømi nevnir Ólavur Jensen, at eitt navnaskifti sjálvandi er eitt gott høvi at arbeiða við samleika, men allar fyritøkur/stovnar - lítlar sum stórar - kunnu styrkja um sína støðu við at arbeiða við sínum samleika.
- Arbeiðast skal støðugt við samleikanum fyri, at hesin veruliga verður arbeiddur inn í gerandisdagin í fyritøkuni/stovninum. Tað er sera spennandi og motiverandi hjá starvsfólki at vera við í arbeiðnum við samleikanum, ið fyrst og fremst snýr seg um atburð og virðir.
Hann vísir á, at arbeiðið við samleika skapar áhuga, og øll kenna seg sum ein part av stóru heildini, líkamikið hvar í fyritøkuni tey starvast. Tað er sera týdningarmikið at finna eitt felags stev – ikki bara einaferð, men við jøvnum millumbilum.
Hetta og nógv annað fer Ólavur Jensen at umrøða á Vinnurákinum í morgin, fríggjadag 8. juni. Afturat sær hevur hann samstarvsfelagan, Camillu Frederiksen frá fyritøkuni Stereo Associates, sum í gerandisdegnum arbeiðir við samleika og samskifti hjá fyritøkum og stovnum á altjóða marknaðinum.
Tað er fyritøkan bituff, sum við jøvnum millumbili skipar fyri Vinnuráki. Vinnurák fevnir um kunnandi fyrilestrar ella verkstovur, ið viðgera ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulív, stovnar og einstaklingar.
- Hetta er ein seinnapartur, har tú bert skal hugsa um at fáa íblástur og hitta fólk, siga tey í www.bituff.com.