Ongar ábendingar í seinastu venjingini

Talan verður ikki um nógvar broytingar, men venjingin í dag gav ongar ábendingar

Landsliðið hevur fyrrapartin í dag havt sína seinastu venjing fyri landsdystin móti Kasakstan í annaðkvøld. Venjingin bjóðaði millum annað upp á skotvenjing og dyst millum teir eldru og teir yngru, men ongin venjing, ið gevur ábendingar um hvør byrjar inni.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjarin, sigur við in.fo, at talan verður um sama leistin sum í hinum dystunum. Tí er líkt til, at talan verður bara um nakrar fáar broytingar. Atli Gregersen er leikbannaður, meðan Jónas Tór Næs er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Allir menn tótkust klárir til venjing. Christian Lamhauge Holst og Christian R. Mouritsen hava ikki vant við fullari ferð í vikuni. Báðir vandu tó við fullari ferð í dag og eru tøkir til dystin í annaðkvøld.

 

Her kann leggjast afturat, at teir yngru vunnu stórsigur á teimum eldru í innanhýsis dysti móti endanum.

 

Dysturin millum Føroyar og Kasakstan verður í annaðkvøld klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 15.