Ruth Vang, Framsókn, forkvinna í fíggjarnevndini hevði orðið fyrst, nú farið er undir at viðgera fíggjarlógina fyri 2016.
Fíggjarlógin fer at avnviga við 4,5 milljardum krónum, men enn er ikki heilt greitt, nær inntøkulógirnar eru endaliga klárar.
Hon umbar fyri, at skrivifeilir eru í álitinum, men lovaði, at eitt rætta álit kemur seinni.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokurin, fanst at, at álitið ikki er tað endaliga, tí hann segði, at tá ið fíggjarlógin var til 1.viðgerð, tá var tað eisini bert ein framskrivað fíggjarlóg.
Forkvinnan í fíggjarnevndini var spurd um hon kundi taka undir við høgu avgjøldunum, sum nú verða lagdar á borgarar og vinnu og at raksturin veksur so nógv, sum hann ger.
Hennara svar er, at nú er avsett tað, sum brúk er fyri og tí verða eykajáttanir ikki latnar fyri eitt gott orð.
-Seinasta samgongan lat nógvar eykajáttanir, men hetta var helst tí, at á flei økjum var minni sett av upprunaliga, enn brúk var fyri, segði Ruth Vang.