- Ongar fráboðanir frá børnum

Barnaumboðsskrivstovan telir bert løgfrøðingar. Barnaumboðið viðgongur, at tað kann gera trupuleikar við barnavinaligheit.

- Vit hava framvegis ikki fingið nakrar fráboðanir inn, sigur Sólja í Ólavsstovu, Barnaumboðsmaður.

 

Í gjár var sjóneykan sett á barnarættindi í sambandi við altjóða barnarættindadagin, eftir at Føroyar annars fingu fleiri átalur, tá ið viðurskiftini í Føroyum skuldu eftirkannast í tráð við ST sáttmálan í 2011.

 

Síðani 2011 eru ávísar ábøtur gjørdar, og millum annað er Barnaumboðsmaður settur á stovn sum klagu myndugleiki fyri børn.

 

- Barnaumboðsmaðurin hevur virkað síðani 1. oktober í ár, men framvegis eru ongar klagur komnar inn, sigur Sólja í Ólavsstovu, Barnaumboðsmaður.

 

Í verandi støðu, er skrivstovan hjá Barnaumboðnum bert mannað av løgfrøðingum, og Sólja í Ólavsstovu viðgongur, at tað kann hugsast vera ein av orsøkunum, at tey framvegis ikki eru nóg sjónlig og kanska heldur ikki nóg barnavinalig.

 

- Vit skulu framvegis læra okkum at tosa á einum barnavinaligum støði, sigur Sólja, og tekur somuleiðis undir við áheitanini hjá Amnesty International Føroya deild, at fáa kunning um mannarættindi inn um skúlagátt.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Sólju í Ólavsstovu