Ongin avgerð smoygd niðuryvir tvørafól

Tað elvdi til eitt ramaskríggj, tá ið tað kom fram, at Tvøroyrar Býráð hevur bjóðað skúlan í Trongisvági fram til eftirskúla.

Bæði skúlastýrið og skúlaleiðslan hava mótmælt, og á býráðsfundinum í gjárkvøldið handaði ein foreldrabólkur borgarstjóranum, Kristin Michelsen, ein lista við 237 undirskriftum frá tvørafólki, sum mótmæltu ætlanini og framferðini hjá býráðnum. Serliga átala tey, at býráðið tekur eina slíka avgerð uttanum allar skúlamyndugleikar á staðnum, uttan at kunna foreldrini og uttan at greiða frá, hvussu ætlanin er at skúlagongdin skal vera framyvir.

Á fundinum royndu býráðslimir at sissa fólk og í tí sambandi varð gjørt púra greitt, at ongin avgerð er tikin, og tað verður heldur ongin avgerð tikin, fyrrenn skúlastýrið og skúlaleiðslan eru hoyrd og tikin við upp á ráð.

Sostatt skal ongin avgerð smoyggjast niður yvir tvørafólk.

- Tað einasta, býráðið hevur gjørt, er at bjóða skúlan fram. Endar politiska telvingin við, at mentamálaráðið er sinnað at taka av tilboðnum, verður málið lagt fyri býráðið aftur, og tá verða bæði skúlastýri og skúlaleiðsla hoyrd og tikin við upp á ráð, staðfestu býráðslimir.

Annars kom fram á fundinum í gjárkvøldið, at Tvøroyrar býráð er ikki samt í málinum. Jens Johannesen úr Javnaðarflokkinum vil heldur bjóða skúlan á Tvøroyri út til eftirskúla og byggja skúlan í Trongisvági út, so hann kann hýsa øllum børnunum.

Men hann fekk greitt at vita, at tað hevði kommunan yvirhøvur ikki ráð til.

Malla Dam, eisini úr Javnaðarflokkinum, hevði tikið undir við ætlanini, men mælti til at taka støðu av nýggjum, í hon helt, at hon hevði tikið støðu útfrá skeivum fortreytum.

Hon segði, at síðani samtyktina í býráðnum er hon komin eftir, at býráðið kann ikki taka eina avgerð um slíkar bygnaðarbroytingar, uttan at hava hoyrt skúlamyndugleikarnar á staðnum fyrst, og tað er ikki hent enn.

Aðrir býráðslimir førdu fram, at talan er ikki um bygnaðarbroytingar, men um at taka støðu til ein skúlabygning, sum kommunan átti og einsamøll hevur ræði á.

Og tað er bara sjálvan skúlan, sum Býráðið hevur bjóðað fram til eftirskúla. Ítróttarhøllin, skiftirúm og tað, sum annars hoyrir til høllina er ikki við, og eftiskúlin má so gera avtalu við kommununa um at brúka hann, saman við øllum ítróttarfeløgunum og øðrum, sum annars brúka høllina. Avtala skal eisini gerast við dagrøktina, frítíðarskúlan og útibarnagarðin, um økið uttanfyri skúlan.

Les eisini greinina: Tvøroyrar Býráð vil selja skúlan av neyð