Ongin bjóðar Hans av

– Og sjálvur hevur hann áræði til at halda fram í tvey ár afturat

Tað er nú greitt, at Hans Joensen verður formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í minst tvey ár afturat.

 

Havnar Arbeiðsmannafelag hevur aðalfund 11. mars og tað skuldi eisini formansval vera á skrá.

 

Uppskot til formansvalevni skuldu vera latin inn í seinasta lagi nýggjársaftan, men tá ið freistin var farin, var onki uppskot komið.

 

Sostatt er tað greitt, at Hans Joensen heldur fram sum formaður.

 

Og tað hevur hann áræði til, sigur hann. Hann sigur, at størsta avbjóðingin hesi bæði næstu árini, verður óivað lønarsamráðingarnar, sum vera næsta ár.

 

Hann vónar, at arbeiðarafeløgini aftur í ár kunnu semjast um at samráðast saman. Men hann er heldur ikki í iva um, at feløgini skulu krevja eina lønarhækking, tá ið samráðingarnar verða, tí allir prísir hækka, og so slepst ikki undan, at lønin má fylgja við.