- Teir føroyingar, sum hava høgar lønir, skulu hereftir hvørki fáa fólkapensjón ella útgjald úr samhaldsfasta, tá ið tey koma til eftirlønaraldur.
Tað heldur Tjóðveldisflokkurin, nú Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri fakfeløgini um eina nýggja eftirlønarskipan.
Grundleggjandi sjónarmiðið hjá Tjóðveldisflokkinum er, at hvør einasti føroyingur skal hava eina nøktandi eftirløn, tá ið teir leggja arbeiðsmarknaðin afturum.
- Í flestu førum skulu tað verða eftirlønar samansparingar ígjøgnum eitt langt arbeiðslív, sum skulu fíggja eftirlønina.
Men so verða tað eisini nakrir føroyingar, sum av einhvørjari orsøk ígjøgnum arbeiðslívið, ikki hava megnað at spart saman til sína egnu eftirløn.
Tað kann vera tí at tey hava havt so lága løn, at tað hevur ikki borið til at spart saman til eftirlønina. Men tað kann eisini vera tí at tey hava havt avlamispensjón ella fyritíðarpensjón og sostatt ongan møguleika hava havt at spart saman til eftirløn. Ella tað kunnu vera aðrar orsøkir til at tey ikki hava kunnað megnað, at spart saman til eftirlønina.
Hesi fólkini skulu vit eisini tryggja eina nøktandi eftirløn, sigur talsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum.
Men hann staðfestir, at tað kann bara gerast við eini skipan, sum øll eru við til at fíggja.
Tí heldur Tjóðveldisflokkurin, at tað er neyðugt at gera eina samhaldsfasta skipan, sum øll betala til, men sum einans skal brúkast til at tryggja teimum eina nøktandi eftirløn, sum ikki sjálvi hava megnað at spart saman til hana.
- Vit halda, at tann upphæddin, sum landið nú brúkar til fólkapensjónir og Samhaldsfasti, skulu setast í ein samhaldsfastan eftirlønargrunn, sum skal brúkast til at tryggja øllum eina nøktandi eftirløn.
Men tað merkir, at tey, sum hava eina góða eftirlønarsamansparing, sum tryggjar teimum eitt nóg høgt eftirlønarútgjald, skal onki fáa úr grunninum, hvørki fólkapensjón ella samhaldsfasta.
- Sostatt skal hesin samhaldsfasti eftirlønargrunnurin brúkast til at javna við, so at øll fáa eina nøktandi eftirløn.
Men hvussu høgt gjaldið skal verða, áðrenn tey missa rættin til fólkapensjón, hevur Finnur Helmsdal ikki roknað út enn.
Neyðugt við serligari skipan
Tað merkir so eisini, at Samhaldsfasti skal grundleggjandi broytast, tí eftir uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum, skulu tey vælløntu heldur ikki skulu fáa nakað úr Samhaldsfasta, hóast tey
betala í hann.
- Tey, sum hava góðar lønir, hava allar møguleikar at spara saman til sína egnu eftirløn og tí eiga tey heldur ikki at fáa rætt til fólkapensjón og útgjald úr Samhaldsfasta.
- Men tað er neyðugt við eini dyggari, samhaldsfastari skipan afturat eini skipan við samansparing, tí tað verða altíð ein bólkur, sum ikki megnar at spara saman til sína egnu eftirløn. Og ein samhaldsføst skipan, sum verður brúkt at javntseta eftirlønirnar við, kann tryggja at allir føroyingar fáa eina virðiliga eftirløn.
Men tað er júst tað, sum fakfeløgini eru ímóti, tí tey vilja ikki, at Samhaldsfasti skal rørast?
- Tað er rætt. Men samstundis vilja tey hava eina góða eftirløn. Og tað er púra greitt, at skal landskassin eisini í framtíðini fíggja ein munandi part av eftirlønini, vera tað ørandi upphæddir, sum skulu setast av á fíggjarlógini til eftirlønir og tað er ein stórur spurningur, um landskassin hevur ráð til tað.
- Skulu tey vælløntu eisini hava fólkapensjón úr landskassanum, er spurningurin, um ráð eisini verða til at tryggja teimum veikastu eina nøktandi eftirløn.
Tað skerst heldur ikki burtur, at tey, sum fáa góða løn, fáa mestsum eina eftirlønarskipan fyri einki ígjøgnum sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hinvegin mugu arbeiðarafeløgini sleppa krøvum um lønarhækkingar fyri at fáa eitt nøkur oyrur upp á eftirlønina, leggur talsmaður Tjóðveldisfloksins afturat
<SUP$?$end$!$ </SUP$?$end$!$<BR>