Seint í gjárkvøldið var ein harmonikusamanstoytur í Hovstunlinum. Ein rúgva av bilum koyrdi um alla oynna í tí, tey kalla rekkjukoyring. Tað, tá ið ein long røð av bilum koyrir, hvør aftan á annan.
Ferðin er ikki stór, men tá ið teir koyru ígjøgnum Hovstunnilin, endaði galið, tí tá endaðu heili fimm bilar í einum harmonikusamansoyti.
Les eisini: Harmonikusamanstoytur í Hovstunlinum
Løgreglan fekk boðini, og øll tilbúgvingin fór til verka, serliga tí at tað vóru so nógvir bilar uppi í, og tí at óhappið hendi í einum tunli, so tað vóru nógv blá blinkljós í Suðuroy í gjárkvøldið, og tað loypti ekka á fólk.
Átta fólk vórðu flutt á Suðuroyar sjúkrahús til kanningar. Tey gramdu seg um pínu í nakkanum o.s.fr, og hóast tað ikki varð mett, at tey høvdu fingið skaða, varð kortini hildið at vera best, at tey fóru á sjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan sigur í morgun, at tað vísti seg eisini, at ongin av teimum hevði fingið skaða og tey sluppu øll heimaftur.
Eisini í samband við rekkjukoyring í Vágum í gjárkvøldið, hendi eitt óhapp, tá ið tveir bilar stoytti saman, men heldur ikki í tí førinum hendi nakar fólkaskaði.
Annars hevur verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan.