Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Fríggjadagin t. 24. nov. svaraði eg fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um viðurskifti á Landssjúkrahúsinum. Henda frágreiðing er ein samandráttur og dagføring av tí skrivliga svari, ið varð latið løgtingsmanninum t. 6. okt. 2006.
Fyrispurningurin í løgtingsmáli nr. 100-2/2006 var í 8 pørtum.
Spurningar 1-4 verða tiknir fyrst undir einum
Er landsstýrismaðurin vitandi um, at sjúklingaviðgerð á Landssjúkrahúsinum nú er merkt av líkasælu og tilvild?
Er landsstýrismaðurin vitandi um, at nógvir sjúklingar ikki hava álit á, at Landssjúkrahúsið er ført fyri at veita neyðugu viðgerðina, og tí velja at fáa viðgerð aðrastaðni - enntá fyri egna rokning?
Er landsstýrismaðurin vitandi um, at tað kemur fyri, at fólk, sum eru deyðiliga sjúk, verða vend í hurðini á Landssjúkrahúsinum, hóast tey eru ávíst hagar av kommunulækna?
Er landsstýrismaðurin vitandi um, at tað eisini eru dømi um, at sjúklingar við álvarsligum sjúkum verða sendir heimaftur uttan viðgerð, m.a. vegna vantandi samskifti millum læknar og aðrar starvsbólkar á landssjúkrahúsinum?
Samandráttur av svarinum:
Tað, sum spyrjarin her heldur uppá, eru álvarsamar skuldsetingar móti Landssjúkrahúsinum, sum hann ger alment galdandi út frá søgum, hann hevur hoyrt frá fólki. Spyrjarin heldur uppá, at viðgerðin á sjúkrahúsinum nú er merkt av líkasælu og tilvild, og har sjúklingar, enntá við deyðiligum sjúkum, verða sendir heimaftur uttan neyðuga viðgerð, og spyr, um landsstýrismaðurin er vitandi um tað.
Av tí at ikki ber til at fáa nærri upplýsingar frá spyrjaranum um hendingarnar, hann sipar til, er sera torført at fáa tær eftirkannaðar. Men eg meti ikki, at tað er rætt, at sjúklingaviðgerðin á Landssjúkrahúsinum er merkt av líkasælu og tilvild. Hinvegin er tørvur er á at kanna viðurskiftini nærri og tryggja, at góðskan er í lagi á sjúkrahúsinum. Hetta komi eg nærri inn á seinni í svarinum.
Eg haldi ikki, at tað er tað heilsufakliga virksemið á Landssjúkrahúsinum, sum er atvoldin til ákoyringarnar móti Landssjúkrahúsinum, men onnur viðurskifti, sum ávirka tað generella tænastustøðið tann skeiva vegin. Õ fyrstu atløgu kunnu serliga nevnast tvey øki, sum kunnu elva til trupulleikar.
Manglandi røktar- og eftirviðgerðartilboð skapa trupulleikar á Landssjúkrahúsinum
Í sambandi við umleggingina til meira ambulant virksemi eru færri seingjarpláss og styttri innleggingartíðir á sjúkrahúsinum skerd. Endamálið við ambulantari viðgerð er at fáa eina effektivari nýtslu av tilfeinginum og at lyfta viðgerðirnar upp á eitt hægri støði. Sjúklingarnir sleppa skjótari heim aftur skjótari aftur á arbeiðsmarknaðin. Henda umlegging hevur tó eisini havt trupulleikar við sær, tí tilboðini í primersektorinum hava ikki fylgt nóg væl við, serliga fyri veik og óhjálpin. Her verður fyrst og fremst hugsað um manglandi røktarheimspláss, umframt at heimarøktin ikki hevur verið fyrireikað uppá eina størri arbeiðsbyrðu, sum umleggingin til økt ambulant sjúkrahúsvirksemi hevur havt við sær. Haraftrat hava vit enn onga útbygda rehabiliteringsskipan m.a. fyri uppvenjing eftir sjúkuviðgerð. Hetta hevur millum annað havt við sær, at seingjardeildin á G4 er yvirfylt, av tí at so torført er at útskriva sjúklingarnar, og í summum førum hava fólk eisini kent seg illa viðfarnan ella slept upp á fjall av Landssjúkrahúsinum, tá ið tey verða útskrivað.
Rehabiliteringsætlan...
Arbeitt verður støðugt við at loysa hesar trupulleikar. Viðvíkjandi rehabiliteringsætlanini er settur ein samskipari, ið burturav fer at fyriskipa arbeiðið í einum verkætlanarbólki við fakfólki við tí uppgávu at gera tilmæli um eina rehabiliteringskipan fyri Føroyar. Tilmælið skal handast landsstýrismanninum í seinasta lagi 1. apríl 2007. Harnæst verður uppgávan at fáa sett sjálva skipanina í verk.
og fleiri røktarpláss
Fyri at nøkta meginpartin av tí stóra tørvinum á eldrabúplássum er farið undir ta stóru verkætlanina, sum tey næstu 2-3 árini kann fara at geva 136 nýggj búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum. Hetta fer so hvørt at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá heimarøktini. Haraftrat er samstarvsavtala gjørd millum Landssjúkrahúsið og Heimarøktina í miðstaðarøkinum um betri samskipan millum partarnar í sambandi við útskrivan av sjúklingum, ið hava broyttan ella øktan tørv á heimarøkt. ?tlanin er, at øll økini skulu verða fevnd av tílíkari samstarvsavtalu.
Sjúklingahotell
Eisini er ætlanin at betra um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum við einum sjúklingahotelli. Tey, sum bert hava tørv á gisting uttan stórvegis yvirvaking, kunnu við bæði fíggjarligum og menniskjaligum fyrimuni vera á einum sjúklingahotelli. Hetta er uppá longri sikt raðfest í endurskoðaðu byggiætlanini, men ein fyribils loysn, ið verður viðgjørd í løtuni, er at nýta tann partin av barakkini, sum í dag verður nýttur til apopleksisjúklingar, til hetta endamál. Hesir sjúklingar flyta eftir ætlan yvir á B7 (gamla høvuðsbygningin) á vári 2007.
Raðfestingarætlan fyri at styrkja serlæknaøkið
Vandin fyri, at sjúklingar ikki verða nóg væl viðgjørdir ella kannaðir, er størri, tá ymisku serlæknagreinarnar eru ov illa mannaðar. ¡ Landssjúkrahúsinum mangla einstakar sergreinar heilt, ímeðan aðrar bert eru mannaðar við einum serlækna. Hetta kann hava við sær óneyðuga langa bíðitíð millum kanningar, og ávirkar eisini støðið á summum økjum tann skeiva vegin. Hesin trupulleiki skal loysast við eini miðvísari ætlan, soleiðis at talið av serlæknastørvum á Landssjúkrahúsinum støðugt verður økt yvir eitt stutt áramál. ¡ fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 eru ein onkologur (serlækni í krabbameini) og ein neurologur raðfestir. Eg fari at taka stig til, at tað verður gjørd ein raðfestingarætlan fyri serlæknaøkið, ið skal fevna um tey næstu 4-5 árini.
Skaðastovan og kommunulæknaskipanin
Skaðastovan/bráðfeingismóttøkan í nýggja bygninginum (G1) er skipað sum ein sokallað ìafturlatin skaðastovaî, har sjúklingar í høvuðsheitum skulu hava ávísing frá kommunulækna. Orsøkin til hetta er, at kommunulæknarnir eru serbúnir til at gera ta fyrstu kanningina av sjúklingunum, og í flestu førum eisini kenna sjúklingarnar betri enn teir yngru læknarnir, ið vanliga manna skaðastovuna. Vanlig mannagongd hevur tó í mong ár verið, at sjúklingar venda sær beinleiðis til skaðastovuna, og verða so aloftast viðgjørdir har. Õ teimum førum, har skaðastovustarvsfólk í staðin biður sjúklingin venda sær til kommunulæknavaktina, kann tað í summum førum kennast sum sera vánalig tænasta, serliga um kommunulæknin eftirfylgjandi ávísir sjúklingin til kanning og viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Hesi viðurskifti er sjúkrahúsleiðslan greið yvir, og hevur lagt depilsleiðslunum eina við at hava serligt ansni við virkseminum á skaðastovuni/bráðmóttøkuni.
Vónirnar eru stórar til, at hesin trupulleiki stórt sæð verður loystur, við at kommunulæknavaktarskipanin flytir inn í skaðastovuøkið fyrst í komandi ári.
Spurningarnar 5-8 verða somuleiðis eisini svaraðir undir einum
Um landsstýrismaðurin ikki er vitandi um hesi viðurskifti, ætlar hann so at kanna nevndu útsøgnir?
Um landsstýrismaðurin er vitandi um hesi viðurskifti, hvørjar ætlanir hevur hann so um at fáa skil á, so føroyingar aftur kunnu hava álit á týdningarmiklasta vælferðartilboði føroyinga?
Nær verður ein nøgdsemiskanning gjørd millum føroyskar sjúklingar viðvíkjandi tænastuni á Landssjúkrahúsinum?
?tlar landsstýrismaðurin at veita fígging til slíka nøgdsemiskanning, og kann tað hugsast, at sjúklingaráðið kemur at standa fyri slíkari kanning?
Stig tikin til at eftirkanna ákærurnar
Beinanvegin skuldsetingarnar komu fram, tóku Almanna- og heilsumálaráðið og sjúkrahúsleiðslan stig til at eftirkanna, hvat møguliga kundi liggja til grund fyri álvarssomu ákærunum. Bill Justinussen varð biðin um at upplýsa, hvørji konkret mál sipað varð til í greinini fyri um gjørligt at eftirkanna hesi. Hetta, fyri at kunna rætta møguligar skeivar mannagongdir ella onnur viðurskifti, sum ákærurnar snúgva seg um. Men tað var ikki møguligt at fáa svar frá Bill hesum viðvíkjandi.
Eitt vakið eyga við mannagongdunum á Landssjúkrahúsinum
Sjúkrahúsleiðslan kallaði beinanvegin allar depilsleiðslurnar til fundar, har umrøtt varð, hvørjar orsøkir kundu vera til atfinningarnar, og hvat kundi gerast fyri at rætta uppá atfinningarsom viðurskifti. Niðurstøðan varð, at depilsleiðslurnar skuldu hava eitt vakið eyga við, at fakligu mannagongdirnar verða fylgdar og eru nøktandi. Atfinningarsom viðurskifti skuldu skjalfestast og sendast sjúkrahúsleiðsluni.
Landslæknin biðin at kanna heilsufakliga virksemið
Almanna- og heilsumálaráðið bað eisini Landslæknan um at kanna, um heilsufakliga virksemið á Landssjúkrahúsinum verður útint á ein slíkan hátt, at fólk ikki kunnu vera trygg við ta tænastu, sum sjúkrahúsið bjóðar borgarunum. Landslæknin fór aktivt inn í málið, men svarini hann fekk uppá sínar fyrispurningar til heilsuverkið, góvu honum ikki grundarlag fyri eini nærri kanning. Og tá hann ikki fekk svar frá Bill Justinussen um ítøkiligu hendingarnar, metti landslæknin ikki at hann sum eftirlitsmyndugleiki í verandi støðu kundi gera meira við málið.
Kann ikki liva við at ivi er sáddur um sjúklingaviðgerðina
Sum landsstýrismaður kann eg als ikki liva við, at tað er sáddur ivi um tænastu- og viðgerðarstøðið á okkara meginsjúkrahúsi. Tí ætli eg mær at fáa sett í verk góðskukanningar á Landssjúkrahúsinum, ið skulu staðfesta góðskustøðið og møguligar veikleikar, soleiðis at vit nágreiniliga fáa at vita, hvar setast skal inn. Somuleiðis skulu kanningarnar verða við til at tryggja eitt størri gjøgnumskygni og eina høga góðsku.
Góðskukanningar skulu setast í verk
Góðska á einum sjúkrahúsi kann kannast út frá trimum ymiskum sjónarhornum:
Faklig góðska (kanning, viðgerð, røkt og rehabilitering)
Organisatorisk góðska (sjúklingagongd, tvørgangandi skipanir v.m.)
Sjúklingaupplivað góðska (nøgdsemi)
Nøgdsemiskanning
Í kjakinum hevur serliga fokus verið á, hvussu sjúklingarnir uppliva góðskuna, ið lýsast við nøgdsemiskanningum. Her verður kannað, hvussu sjúklingarnir eru nøgdir við sjálva kjarnuveitingina (viðgerð og røkt), viðgerðargongdina, samskiftið, upplýsing v.m. Endamálið er at sammeta sjúkrahúsini við atliti til nøgdsemi, og ikki minst vísa á, hvar veikleikar eru, ið sjúkrahúsleiðslurnar síðani kunnu rætta uppá.
16. oktober 2006 var fundur við Sjúklingaráðið, sum av heilum huga tók undir við at nøgdsemiskanningar verða gjørdar á føroysku sjúkrahúsunum. Og sigast kann at fyrireikingararbeiðið longu er farið í gongd:
1. nov. helt Almanna- og heilsumálaráðið fund við danska stovnin, îEnheden for brugerundersøgelserî í Danske Regioner, har vit fingu tilsøgn um, at føroysku sjúkrahúsini kunnu gerast partur av nøgdsemiskanningunum, ið stovnurin ger annað hvørt ár av øllum sjúkrahúsunum í Danmark. Fyrimunurin av hesum er, at føroysku sjúkrahúsini kunnu samanberast við tey donsku í afturvendandi kanningum, umframt at forarbeiðið til tílíkar kanningar longu er gjørt. Nøgdsemiskanning verður gjørd í Danmark í ár og aftur í 2008. Arbeitt verður fyri, at føroysku sjúkrahúsini gerast partur av kanningini í seinasta lagi í 2007.
20. des. kemur umboð fyri kanningarstovnin at greiða okkum frá, hvussu kanningin kann gerast, og hvat krevst av okkum í hesum sambandi.
Vónandi kann farast undir fyrstu nøgdsemiskanningina í føroyska sjúkrahúsverkinum longu til várs, og tí verður biðið um pening til at fíggja kanningina í broyting til fíggjarlógaruppskotið fyri 2007.
2. Kanning frá Health Consumer Powerhouse
Kanningin hjá Health Consumer Powerhouse (HCP), ið eisini hevur verið nógv umtalað í kjakinum her heima (og sum gav danska heilsuverkinum vánaligan karakter), er eitt heilt annað kanningarslag. HCP kannar heilsuverkini í ymiskum londum út frá einum brúkarasjónarmiði, men talan er ikki um eina spurnaðarkanning eins og í nøgdsemiskanningum, har brúkarin gevur til kennar sína meting. Stovnurin kannar heilsuverkini út frá sjúklingarætti og kunning, bíðitíðum, úrslit av viðgerðum, tilboðum frá heilsuskipanum og nýtslu av heilivági. Soleiðis verða objektivar metingar gjørdar av góðskuni á veitingunum, ið heilsuverkið kann bjóða sínum borgarum. Her er tað sostatt serliga tann fakliga og tann organisatoriska góðskan, ið eru í fokus.
Almanna- og heilsumálaráðið hevur samskifti við HCP við atliti til kostnað og praktiskar møguleikar at fáa gjørt eina tílíka kanning av tí føroyska heilsuverkinum, soleiðis at vit fáa sammett føroyska heilsuverkið við heilsuverkini í ES-londunum.
3. Akkreditering og strategi- og leiðslumenningarætlan
Sjúkrahúsleiðslan hevur í sínum arbeiði sett sær sum aðalmál at góðskumenna sjúkrahúsið, og hevur tí sett eina strategi- og leiðslumenningarætlan ígongd yvir 2-5 ár, har øll starvsfólk við leiðslufunktiónum, eini 80 í tali, luttaka.
Sum ein liður í hesum arbeiði verður kannað, hvussu ein akkrediteringsskipan kann verða sett í verk á Landssjúkrahúsinum, har eisini samband er við Hovedstadens Sygehusfællesskab, ið hevur royndir við akkreditering. Hetta er tann mest víðfevndi kanningarhátturin av sjúkrahúsinum, og eisini nógv tann drúgvastu mest orkukrevjandi at fyrireika og seta í verk.
Akkreditering er ein góðskustýringsskipan, sum skal tryggja, at ymisk góðskuskrøv verða fylgd og eftirlíkað. Sjálv góðskumetingin verður framd av uttanhýsis serfrøðingum, ið meta um organisatoriska góðskustøðið út frá altjóða standardum og indikatorum. Sjúkrahúsið skal hava eina góðskuætlan, sum niður í smálutir ásetur, hvussu sjúkrahúsið skal arbeiða innanfyri tey ymisku økini, t.d. sjúklingatrygd, reinføri, heilivág o.s.fr.
Av serliga stórum týdningi er at nevna, at akkrediteringin tekur útgangsstøði í sjúklingagongdini heilt frá primersektorinum - gjøgnum sjúkrahúsið - og aftur til primersektorin. Soleiðis er tað serliga tann organisatoriska góðskan, ið er í fokus.
4. DSI-kanning av serviðgerð uttanlands
Eitt annað kritikkpunkt, ið hevur verið frammi í kjakinum, er, at sjúklingagondin, tá ið føroyskir sjúklingar verða sendir til viðgerð uttanlands, ikki er nóg samanhangandi. Dømir hava verið frammi um, at sjúklingarnir ikki sleppa í viðgerð sum avtalað, tá ið teir koma á sjúkrahúsið uttanlands, talan kann eisini vera um manglandi kunning o.s.fr.
Almanna- og heilsumálaráðið fer í komandi ári at seta eina kanning av hesum viðurskiftum ígongd, og hevur tí sett seg í samband við DSI (Institut for sundhedsvæsen), fyri at fáa stovnin at standa fyri eini tílíkari kanning.
5. Talgilda heilsuskipanin
Õ kjakinum hevur eisini verið frammi, at Landssjúkrahúsið hevur eina ósmidliga og ótíðarhóskandi journalskipan, sum ger, at kunnleikin um tann einstaka sjúklingin er ymiskur frá kommunulækna til sjúkrahús og millum deildir á sjúkrahúsinum. Sum kunnugt verður arbeitt við at menna og seta í verk eina talgilda heilsuskipan (THS) í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini. Talan er um eina integreraða kunningarskipan, ið tekur atlit til tvørfaklig viðuskifti og røkkur tvørturum deildir og stovnar. Skipanin økir um møguleikarnar at heildarviðgera sjúklingarnar meira rationelt enn í dag. Endamálið er, at óansæð um ein sjúklingur er staddur hjá kommunulækna ella á einum av sjúkrahúsunum, skal verða møguligt hjá viðgerandi heilsustarvsfólkinum at heinta teir neyðugu upplýsingarnar um sjúklingin skjótt og uttan hóvasták. Talan kann t.d. vera um onkran heilivág, ið sjúklingurin ikki tolir, ella okkurt líknandi. Eisini tryggjar THS-skipanin, at sjúklingaupplýsingarnar altíð eru heilt dagførdar. Soleiðis vil THS-skipanin økja um sjúklingatrygdina, við at møguleikarnir fyri skeivum diagnosum og nýtslu av skeivum heilivági vera minni við eini øktari og betri kunning um sjúklingarnar.
At hvør einstakur sjúklingur kemur at hava eina og somu journal í øllum heilsuverkinum merkir, at vit koma longur áleiðis enn nakað annað land um okkara leiðir, tá talan er um talgildar heilsuskipanir, og hetta vil í stóran mun betra um bæði ta fakligu og organisatorisku góðskuna í okkara heilsuverki, og hetta skuldi so aftur havt ávirkan á ta sjúklingaupplivdu góðskuna.
Tórshavn, 28. nov. 2006