Tað ber ikki til nú at siga, hvat fer at henda um eitt ár. Og vit hava í hvussu so er ikki avtalað, hvat skal henda.
Tá ið skattalættin til fiskimenn var til viðgerðar í tinginum, róku løgtingsmenn framundir, at endin við skattalættanum verður, at hýrurnar hjá fiskimonnum fara at lækka, næstu ferð samráðingar verða við reiðararnar.
Men hesum vísir Óli Jacobsen formaður í fiskimannafelagnum, aftur uppá tað harðasta.
Næstu samráðingar verða í fyrsta lagi um eitt ár.
Og hvat fer at henda um eitt ár, er púra vónleyst at siga nú.
Undir viðgerðini í løgtinginum váttaði Bjørn á Heygum, sambandsmaður, fyri Sosialianum, at hann væntaði, at fiskimenn fóru at lata eitt sindur afturfyri skattalættan - altso, at teir fóru at ganga við til at lækka hýrurnar.
Í Degi og Viku týskvøldið fekst Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, ikki til at verða so bersøgin, men hann segði, at skattalættin gevur størri rásarrúm undir samráðingunum.
Og tað halda mong er ein meiri diplomatisk orðing av tí sama, sum Bjørn á Heygum segði.
Politikarar úr andstøðuni, m.a. formenninir í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldsiflokkinum, vístu á sama vanda.
Men alt hetta, kennir formaður fiskimannafelagsins púra onki til.
Tað er ongin avtala í samgonguni um nakað slíkt. Tað er ikki so frægt sum nevnt, at fiskimenn skulu lata burturav hýrunum afturfyri skattalættan.
Men nú sigur Bjørn á Heygum t.d., at hann beinleiðis væntar, at fiskimenn ganga við til at lækka hýrurnar? Tað heldur hann vera ein fortreyt fyri at lata skattalættan?
Bjørn á Heygum kann vænta sær akkurát, hvat hann vil.
Táið uppskotið um skattalættan er avgjørt í tinginum, er tað liðugt.
Og síðani hevur tingið onga ávirkan á gongdina. Tí samráðingarnar verður eitt mál ímillum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum, reiðararnar og okkum, har ið eg bara eri ein av mongum samráðingarmonnum fyri fiskimenn, sigur Óli Jacobsen.
Ómøguligt at siga
Óli Jacobsen sigur, at tað er heilt ómøguligt at siga, hvat fer at henda í samráðingunum.
Vit fara sjálvandi sum altíð at samráðast báði við ábyrgd fyri fiskimonnum og fyri arbeiðsplássunum, sigur formaður fiskimannafelagsins.
Vit hava hava sjálvandi eisini áhuga í, at skip eru, sum fiskimenn kunnu fara umborð.
Eftir hesi aðalreglu hava vit samráðst eftir hvørja einastu ferð.
Og tað hevur eisini hent seg, at fiskimannafelagið hevur góðtikið at lækka hýrurnar.
M.a. lækkaðu vit hýrurnar á rækjutrolarum úr 28%, niður í 24% í 1993, táið kreppan var uppá tað ringasta.
Men eisini hýrurnar á nótaskipum og verksmiðjutrolarunum lækkaðu.
Tað varð, tí manningarfeløgini løgdu stóran dent á at varðveita fjarfiskiflotan og tey arbeiðspláss, sum í honum eru. Og tað eydnaðist.
Óli Jacobsen sigur, at tað sama samfelagssinni vil fiskimannafelagið altíð vísa.
Fyri at stuðla royndunum eftir óvanligum fiskasløgum, eru vit eisini í onkrum føri gingin við til sersáttmálar við serliga lágum hýruprosentum.
Men, hvat fer at henda um eitt ár, ber slett ikki til at siga. Tí tað er heilt ómøguligt at siga, hvussu støðan verður tá.
Tað gongur upp og tað gongur niður í fiskivinnuni. Og tað eru einir 10 ymsir fiskihættir, sum byggja á hvør sína fortreyt.
Sáttmálin gongur út 1. januar í 1999. Og táið tað líður út, fara vit at taka støðu til, um sáttmálin skal sigast upp, og hvørji krøv so skulu setast til nýggjan sáttmála. Sama møguleika hava reiðararnir. Men tá vera tað tær mekanismur, sum stýra samráðingum, sum verða galdandi, og fyrr ella seinni koma vit til eina semju.
Semjast vit ikki í fyrstu syftu, kemur semingsstovnurin uppí. Og endar tað við verkfalli, kann landsstýrið enda tað við lóg. Tað er vónleyst at spáa frammaundan, hvussu leikur fer.
Men at tosa um tað nú, tykir mær verða ein roynd at skapa eina støðu, sum ikki er.
Báðir partar yvirliva
Óli Jacobsen heldur, at prinsipielt má grundarlagið undir sáttmálanumn vera, at báðir partar yvirliva, og at javnvág er í, so at hvørgin parturin ikki heilt verður við sviðusoð.
Spurningurin um manningahýrurnar er nógv meiri fløktur, enn spurningurin um tímalønina á landi. Manningin fær part í veiðini. Gongur væl, fáa teir meir, gongur verri, fáa teir verri.
Og so ber til at gera frávik fyri at eggja uppundir eina vinnu.
T.d. nevnir hann, at á teimum stóru nótaskipunum er hýruprosentið lægri enn aðrastaðni, so báturin gongur. Men kortini fær manningin nógv burturúr, tí skipini eru so effektiv.
Tú segði, at hýrurnar á rækjutrolarunum var lækkað 4%. Men teir vena seg akkurát líka illa enn?
Ja, men prosentið er farið uppeftir aftur. Men hýrurnar á rækjutrolarunum er onki serlig nú. Nettupp til rækjutrolararnar hevði tað verið rætt at latið eina viðbót, sum reiðararnir ikki hava ráð til, men sum hevði verið samfelagsgagnlig kortini.
Ein dagløn á landi er einar 670 krónur. Í miðal er daglønin til manningina umborð á einum rækjutrolara er ikki meiri enn 967 krónur alt í alt.
Tað er góð 44% meiri enn ein dagløn fyri átta tímar á landi.
Hesi 44% eru endurgjald fyri yvirtíð, skeivar arbeiðstíðir, heimstaðarsakn, vikuskiftisarbeiði o.s. fr.
Tað ljóðar ikki, sum um tú heldur, at har er nakað at geva av?
Nei, tað er tað ikki.
Væl nøgdur
Annars er formaðurin í fiskimannafelagnum væl nøgdur við viðgerðina í tinginum av uppskotinum um skattalætta til fiskimenn.
Viðgerðin vísti, at uppskotið verður helst samtykt undir einum ella øðrum líki. Tað, sum nú verður tosað um, er at lata tað fevna um minstuløn, og aðra inntøkutrygd eisini, so eisini teir fáa ágóðan av skattalættanum.
Og tað kann tað eg ikki annað enn verða nøgdir við, sigur Óli Jacobsen.
Ikki lóg men kungerð
Tað hevur eisini verið funnist at fiskimálaráðharranum, tí hann hevur sagt, at verður verkfall, fer hann at seta lógina til viks um at skip kunnu í mesta lagi avreiða 25% uttanlands, uttan at missa fiskidagar.
Hetta er ein misskiljing, sigur Óli Jacobsen.
Hann sigur, at lógin er, sum hon er, men lógin gevur landsstýrismanninum heimild at regulera hesi viðurskifti í kunngerðum.
Og tað er kunngerðin um 25% regluna, John Petersen er til reiðar at broyta, so at skipini kunnu avreiða uttanlands ótarnað, um verkfall verður, sigur formaðurin í fiskimannafelagnum.