Ongin suðuroyarsigling fyrrenn klokkan 22

Tað er nú greitt, at tað verður ongin sigling ímillum Suðuroynna og Havnina teir næstu tímarnar og nú siga tey, at hon loysir klokkan 22 í kvøld Regina Baltica sigldi ikki suður á miðdegi og norður aftur seinnapartin. Vónin var, at siglingin kundi takast upp aftur tíðliga í kvøld.

Men Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at regina Baltica ætlar at loysa í Havn klokkan 22 í kvøld.

Tað er nógvur vindur av landsynningi í Havn, um 20 metrar um sekundið og Regina Blatica sleppur ikki frá bryggju, tað er orsøkin til, at hon ikki siglur.

Men um klokkan 22 sigur hann minkandi vind og tá er ætlanin at royna.

Siglt verður so ikki aftur í kvøld, men eftir vanligari ferðaætlan í morgin.