Ongin trygd á Suðuroyar Sjúkrahúsi aftaná klokkan fýra

? Gongur eitt tól fyri aftaná klokkan fýra um dagin, í vikuskiftinum, ella ein heilidag, er ongin at gera tey aftur. Í ringasta føri kann hetta kosta mannalív, sigur Bogi Djurhuus, yvirlækni

?Tær sparingar, sum nú verða gjørdar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, kunnu í ringasta føri kosta mannalív.

Bogi Djurhuus, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur, at nú tað er avgjørt at siga einum teknikara á sjúkrahúsinum upp, missa tey ein stóran part av trygdini tey hava.

? Nú teknikarin verður sagdur upp, fer tað ikki longur at bera til at hava vaktarskipan á teknisku deild.

?Og tað vil aftur siga, at , at aftaná vanliga arbeiðstíð, er ongin teknikari á vakt á sjúkrahúsinum.

? Sostatt hava vit onga trygdarskipan á sjúkrahúsinum aftaná klokkan fýra um dagin.

Bogi Djurhuus sigur, at hetta er ein ómetaliga keðilig støða.

Tí hetta ber í sær, at gongur eitt tól fyri aftaná klokkan fýra um dagin, í vikuskiftunum, ella ein heilidag, er ongin at gera tað aftur.

Hann skoytir uppí, at á sjúkrahúsinum eru nógv ymisk tól. Og í allarflestu førum er talan framkomin tól, sum tað krevst servitan til at arbeiða uppá, eitt nú røntgentól, narkosutól, laboratoriutgerð, elektroniska samskiftið við landssjúkrahúsi í sambandi við hjartasjúklingar o.s.fr..

Yvirlæknin sigur, at vanliga virkar alt, sum tað skal og sum oftast bilar tað einki, um umvælingar bíða til næsta, vanliga arbeiðsdag.

? Men tað er, tá ið tær álvarsamu støðurnar taka seg upp, at alt skal virka, sum tað eigur.

Og hann spyr, hvør avleiðingin verður um ein álvarslig støða tekur seg upp, uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og eitt tól gongur fyri.

? Tá fáa vit onki gjørt, og tað kann verða ein galin endi.

Og vil heilt illa til, kann tað kosta mannalív, leggur hann afturat.


Slept upp á fjall

Bogi Djurhuus harmast eisini um, at tað nú er avgjørt at leggja tað ambulantu fysioterapiina niður.

Hetta rakar ikki bara tey, sum eru sjúk, ella hava brek, sum vit skrivaðu týsdagin.

? Hetta rakar eisini nógv av teimum, sum verða løgd undir skurð á sjúkrahúsinum, og tað kann vera alt, frá fólki, sum hava brotið beinið, til fólk, sum hava skorið seg illa í hondina. Tað rakar eisini fólk, sum hava brúk fyri fysioterapi eftir medisinska viðgerð.

?Nógv av teimum fáa brúk fyri fysioterapi eftir at tey eru útskrivað fyri at fáa førleikan aftur.

? Men nú ber ikki longur til at geva teimum tað á sjúkrahúsinum. Nú mugu vit vísa teimum til tær privatu viðgerðarstovurnar.

? Og har skulu tey sjálvi gjalda helvtina av tí, sum viðgerðn kostar og so rindar sjúkrakassin hina helvtina.

? Men fyri tað fyrsta er tað ikki vist, at teir privatu fysioterapeutarnir raðfesta sjúklingarnar á sama hátt, sum læknarnir vildu raðfest teir.

Og tað er eisini ivasamt, um teir báðir privatu fysioterapeutarnir, sum ikki arbeiða meiri enn hálva tíð, ella gott tað, fáa tikið ímóti stórt fleiri fólkum, enn teir longu nú hava, sigur Bogi Djurhuus.