Ongin vandi fyri børnunum í frítíðarskúlanum í Hoyvík

- Alt er ikki hundrað prosent, men at tað er nakar sum vandi fyri trygdini hjá børnunum, er heilt burturvið at siga. Tvørturímóti er gravgangur eftir at sleppa á skúlan, sigur Levi Mørk, leiðari á frítíðarskúlanum í Hoyvík


Frítíðarskúli og trygd
 

 - Tað er heilt burturvið at siga, at trygdin hjá børnunum í nýggja frítíðarskúlanum í Hoyvík, er í vanda.
Levi Mørk er leiðari á nýggja frítíðarskúlanum í Hoyvík og hann er alt enn enn samdur í tí, sum ein ónevndur pápi og eitt ónevnt starvsfólk føra fram í Sosialinum leygardagin.
Har varð ført fram, at trygdin og umstøðurnar í nýggja frítíðarskúlanum í Hoyvík er út av lagi.
Trappurnar eru vandamiklar, tey hava hvørki køk ella telefonir, lítið er av leikum, einki hegn forðar fyri, at børnini renna oman á vegin og túnið minnir mest um eitt byggipláss.
- Tað er rætt, at alt er ikki akkurát, sum tað eigur at vera. Men tað er heilt burturvið at siga, at trygdin ikki er í lagi. Var hon ikki tað, vóru børnini heldur ikki tikin inn á skúlan, sigur Levi Mørk.
Hann sigur, at hetta er ein nýggjur stovnur í einum nýggjum húsi og tað er ringt at fáa alt hundrað prosent frá allarfyrsta degi.
- Men at alt skal vera beinleiðis kaotiskt taki eg als ikki undir við, tvørturímóti. Tað sum manglar er ikki so álvarsligt, at tað ikki hevur verið fult forsvarligt at hava børnini í skúlanum. 
 
Fáa alt í rættlag
Leiðarin á skúlanum sigur, at arbeitt verður hvønn dag og sumt av tí, sum funnist varð at í Sosialinum, er longu gjørt, ella er um at verða gjørt. Soleiðis er køkin næstan liðug, telefonirnar eru komnar, nógvar leikur eru komnar og koma afturat og teldur eru komnar. Somuleiðis er rekkverk, sum manglaði við eina trappu, eisini gjørt.
- Hinvegin er ikki rætt, at onki hegn er oman til vegin, tí har er fyribils hegn sett upp, til tað ordiliga hegnið kemur.
Levi Mørk sigur, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri at sleppa í nýggja frítíðarskúlanum. Nú eru 116 børn í skúlanum og sostatt er ikki pláss fyri fleiri.
- Men tað eru ikki eini einastu foreldur, sum hava vent sær til mín við nakrari ónøgd um umstøðurnar og enn minni við nakrari klagu um trygdina.
- Tvørturímóti er tað sera hugaligt, at tað er so stórur áhugi fyri at sleppa á skúlanum og tey foreldur, sum hava tosað við meg, lata sera væl at umstøðunum.
- Enn eru vit nóg illa komin ígongd og tá ið alt er fingið ordiliga í rættlag, er hetta eitt sera spennandi tiltak, har vit samskipa pedagokikk og undirvísing og vit hava atgongd til fakhøli av ymsum slagi. Hetta er eitt nýskapandi tiltak, tí hetta er fyrstu at skúli og frítíðarskúli samstarva á hendan hátt. Tað sær út til at virka sera væl og tí er hetta ein samanrenning, sum vit kunnu læra av og sum kann brúkast aðrastaðni eisini.
- Men tað kann verða tungt at byggja ein nýggjan stovn upp, men vit eru komin heilt væl ávegis.
- Og tað er rætt, at túnið uttanum er ikki sum tað skal. Men vit hava so nógvar hentleikar uttandura, sum kunnu brúkast, tí vit hava bæði atgongd til fótbóltsvøll og til ítróttarhøll og tilsamans eru umstøðurnar heilt framúr.
- Vit hava eisini børn við serligum tørvi og tað skeivt, tá ið funnist verður at, at tað er eitt bakkast fyri hesi børnini, at tey nú flyta í nýggjan skúla við fremmandum starvsfólki, tí at tey tola ikki ov stórar broytingar.
- Veruleikin er, at gomlu stuðlarnir hjá børnunum fylgja í skúlan í Hoyvík, sigur leiðarin í frítíðarskúlanum.