Ongin vandi fyri vatninum í summar

Vágs Býráð er í ferð við at leggja 3.600 metrar av vatnveiting fyri at tryggja fólki og ídnaði nóg mikið av reinun vatni, eisini tá ið turkur er. Arbeiðið verður liðugt um tríggjar mánaðir

Vágur

Nú kunnu vágbingar altíð vera vísir í at hava nóg mikið av reinum vatni, eisini tá í turkur er.
Vágbingar hava annar verið hampiliga væl fyri við vatni, men viðhvørt, tá ið turkur liggur leingi, gongur vatnið undan. Seinasta dømi um hetta var tað tiltikna turra árið 2000, tá ið vatnneyð var nógvastaðni í langa tíð, eisini í Vági.
Fyri fólkið í kommununi er hetta irriterandi, men fyri vinnulívið er tað ótolandi, tí nú eru nógv virki í Vági, sum krevja sera stórar nøgdur av reinum vatni, ikki minst stóra laksavirkið hjá Hera Hjelm.

Liðugt í mei
Men nú skuldi tann trupulleikin verið loystur endaliga.
Vágs Býráð hevur tikið upp samstarv við SEV um at fáa vatn úr Ryskivatni í Botnhaga, norðanfyri Vág.
SEV brúkar vatnið úr Ryskivatnið til elverkið í Botni, men nakað síðani gjørdi Vágs Býráð og SEV avtalu við SEV um eisini at fáa vatn úr Ryskivatni oman til Vágs.
Eftir avtaluni skal Vágs Kommuna sostatt fáa vatn úr Ryskivatni, tá ið vatngoymslurnar, sum annars eru í Vági, fara at tømast.
Síðani er Vágs kommuna farin undir arbeiðið at leggja ta 3,600 metra longu vatnveitingina úr brunnunum í Vági, niðan í Ryskivatn.
Samstundis verður savningarbrunnur gjørdur norðuri á Hálsinum, umframt at pumpur skulu setast upp við Ryskivatn.
Men samstundis skal SEV eisini byggja út.
Ætlanin er at veita vatn oman av røðini vestanfyri Hvannadal, omanfyri Vág, oman í Ryskivatn.
?Har eru stórar vatngoymslur, sum SEV ætlar at veita oman í brunnin og síðani í Ryskivatn fyri at fáa meiri vatn til elverkið
Tá ið vatnið í goymslunum í Vági fer at ganga undan, verður vatn veitt úr brunninum oman í goymslurnar í Vági.
Men gongur vatnið í brunninum undan, verður vatn pumpað úr Ryskivatni í brunnin.

Liðugt í summar
Hetta er eitt arbeiði sum kostar umleið eina millión krónur. Og á býráðsfundi mikukvøldið samtykti Vágs Býráð at játta tær seinast 750.000 krónurnar til endamálið.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður, sigur, at arbeiðið verður liðugt í mei.
? Tá skuldi kommunala vatnveitingin í Vági kunna nøkta tørvin hjá húsarhaldum og vinnulívi til reint vatn nógv ár fram, eisini tá ið turkur er, sigur hann.