Onki samband við yvirgangin

Løgreglan í Noregi fekk onki burtur úr vápnaðu atsóknini, sum vit skrivaðu um í morgun.

Løgreglan sigur, at atsóknin varð sett í verk eftir upplýsingar, tey høvdu fingið í sambandi við greiningararbeiðið eftir yvirgangsatsóknina fríggjadagin.

Løgreglan fór harðliga til verka og fekk fólk úr húsunum, summi í berum undirklæðum.

Ongi spreingievni vórðu funnin á staðnum og øll fólkini eru síðani leyslatin aftur.

- Vit hava onga orsøk at halda, at hetta hevði samband við yvirgangin, sigur løgreglan.

Annars hevur atsóknin kravt eitt mannalív afturat við tað, at eitt fólk, sum varð rakt av skotum á ungdómsleguni á Utøya, nú er deytt av løstunum.

Sostatt hevur atsóknin higartil kravt 93 mannalív, men stúrt verður fyri, at fleiri fara at leggjast afturat, tí summi eru ikki løstað og somuleiðis eru fleiri ikki komin aftur í aftur enn.