Onki samband við Suðuroynna í dag

Galaxy avlýsir alla sigling í dag.

 

Fyri løtu síðani boðaði Strandferðslan frá, at  Galaxy avlýsir allar túrar í dag.

 

Í gjár varð annars boðað frá avlýsingum, men at onkur túrur varð sigldur, men tó við broyttari ferðaætlan.

 

Nú eru so allir túrar í dag avlýstir, og onki samband er um Suðuroyarfjørð í dag. 

 

Ssl.fo skrivaði soleiðis fyri løtu síðani:

 

Fyri veður verður ongin sigling á leið 7 í dag, 10. oktober.