Onkur fyrispurningur er um virkið í Vestmanna

- Vit hava ikki lýst fiskavirkið í Vestmanna alment til sølu, men eg ivist onga løtu í, at vinnan veit, at virkið verður selt, um partarnir kunnu semjast um avtalu og prís, sigur David Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Faroe Origin

Um dagarnar ljóðaði, at Tummas Christophersen í Vestmanna, sum átti ísfiskatrolararnar, Vestmenning og Fram, skal hava keypt fiskavirkið í Vestmanna, sum P/F Faroe Origin eigur.
Faroe Origin er rakstrarfelagið hjá P/F 16. februar 2011, sum um hálvan februar í fjør keypti virkir og skip úr trotabúnum eftir Faroe Seafood.
Feløgini, sum tá keyptu fýra fiskavirkir og seks ísfiskatrolarar, vóru Varðin, Bacalao, Framherji og Samherji.
Tekniskur stjóri hjá Faroe Origin er David Jacobsen.

Virkið ikki selt
- Tað er ikki rætt, at fiskavirkið í Vestmanna er selt. Vit hava fingið nakrar fyrispurningar, men enn er eingin søla farin fram.
Spurdur, um roknast kann við, at virkið er selt, áðrenn hendan vikan er úti, sigur tekniski stjórin, at tað væntar hann ikki.
- So skjótt gongur tað neyvan. Vit hava eina nevnd, og vit hava stovnar sum fíggja. Tí vænti eg, at vit framvegis eiga virkið í Vestmanna, tá henda vikan er úti.
David Jacobsen sigur, at Faroe Origin hevur ikki lýst fiskavirkið í Vestmanna alment til sølu, men hann ivast onga løtu í, at vinnan veit, at virkið verður selt, um partar kunnu semjast um avtalu og prís.
Fiskivinnufyritøkan, Espersen á Bornholm, hevur eisini víst virkinum í Vestmanna áhuga og hevur verið heima í Føroyum og hugt at virkinum, men tekniski stórin í Faroe Origin sigur, at hesin fyrispurningur er ikki aktuellur longur.

Letur neyvan upp
David Jacobsen heldur tað ikki vera hugsandi, at Faroe Origin fer at lata virkið í Vestmanna uppaftur – í øllum førum ikki, soleiðis sum støðan er nú.
Hann hevur áður víst á, at flestu skip, sum vóru heimahoyrandi í Vestmanna, eru seld av bygdini, og tískil er rættiliga ivasamt, hvussu hevði verið við ráfiskagrundarlagnum.
- Vit hava nóg mikið at taka okkum av sum er. Men hendir tað, at virkið í Vestmanna ikki verður selt, og tíðin gongur, er einki óhugsandi. Men hetta er so ikki aktuelt.
Stjórin í Faroe Origin sigur, at onkrar maskinur eru fluttar millum virkið í Vestmanna og virkið hjá felagnum í Saltangará, men hann heldur ikki, at nógv skal til, áðrenn framleiðsla kann takast uppaftur í Vestmanna.

Vaðhorn á Toftum
Eftir keypið av skipum og fiskavirkjum, loystu øll skipini so at siga aftur beinanvegin, og hin 8. mars - altjóða kvinnudagin í 2011 – læt eisini fiskavirkið í Saltangará uppaftur.
Umframt virkini í Saltangará, Vestmanna og á Toftum, keypti P/F 16. februar 2011 eisini fiskavirkið í Vági. Men longu, tá keypið fór fram, var avtala gjørd við Havsbrún um at keypa virkið í Vági aftur.