Vit eru í byrjanini av nátatíðini, og í dag eru fleiri bátar úti og royna eydnuna.
Menn, sum eru eystan fyri, siga, at tað var frískur vindur og óslætt í morgun. Hann var útnyrðingur í ættini og farandi var ikki norður um.
Nú seinnapartin er hann komin av útsynningi, og nú eru bátar farnir norður undir Enniberg at royna.
Her plagar nátaveiðan at roynast.
Bárður Poulsen í Nólsoy sigur, at tveir bátar úr Nólsoy fóru eftir nátungum í morgun, og hetta er fyrsti dagur hjá bátum í bygdini í vertíðini hesaferð.
Hann sigur seg hava frætt frá øðrum bátinum nú seinnapartin, og tá høvdu teir fingið út við 100 nátungar.
Tað vóru ikki líkindi hjá teimum at fara norður um í morgun.
- Men, nú hann kom av útsynningi, eru bátarnir farnir norður um og liggja vanliga einar 3-5 fjórðingar úr Ennibergi, sigur hann.
Bárður Poulsen sigur frá nátamonnunum, sum hann hevur skift orð við seinnapartin, at nógvur bátur hevur verið at sæð bæði eystan fyri og nú eisini norðanfyri.
- Gongst alt væl, og vindurin ikki verður ov nógvur, so koma báðir bátarnir úr Nólsoy helst aftur við umleið 200 nátungum hvør einaferð seinni í dag, leggur hann aftrat.
Sjálvur plagar Bárður Poulsen eisini at taka náta, men hann hevur fingið skipsboð og skal avstað í dag.
Hóast nátungar longu eru komnir á sjógvin, verður vanliga roknað við, at besta nátungatíð er um mánaðarskiftið, august/ september.