– Onkur má rætta seg inn, ella má onkur fara.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, sum ásannar, at Javnaðarflokkurin hevur ein stóran trupulleika, eftir at tingmenninir hjá flokkinum, Gerhard Lognberg og Kristin Michelsen ikki atkvøddu fyri misáltinum á løgmann, sum Javnaðarflokkurin var við til at leggja fram.
– Vit klára ikki at telja upp í seks, og tað er ein trupulleiki, viðgongur Aksel V. Johannsen.
Sambært formanninum hevur Javnaðarflokkurin viðgjørt málið um misálit á løgmann á fundum. Men Gerhard Lognberg var ikki á fundi, tá tingmanning, fólkatingsmaður og floksskrivari viðgjørdu málið og vóru samd um at leggja tað fram.
– Eg visti, at Gerhard Lognberg fór ikki at taka undir við málinum, men Kristin Michelsen broytti meining á tingfundinum, sigur Aksel V. Johannesen, sum ongar ætlanir sjálvur hevur um at leggja frá sær.