Onnur loysn enn Skálafjarðartunnil

Sivilverkfrøðingurin, Frank Hansen, mælir til at stytta um farleiðina til Havnar á annan hátt enn við ætlaða Skálafjarðartunlinum. Frank Hansen mælir til at stytta um farleiðina millum Norðoyggjar, Eysturoy og høvuðsstaðarøkið - men ikki við einum undirsjóvartunli undir Skálafirði og Tangafirði.

Síðsta summar sendi hann Innlendismálaráðnum eina umsókn um at gera og reka eina alternativa høvuðsfarleið millum Havnina, Eysturoynna, Norðoyggjar, Norðurstreymoy og Vágar.

Frank Hansen mælir til at bora ein tunnil millum Kollfjarðardal og Hósvík, at ein brúgv verður bygd tvørtur um Sundalagið millum Veðranes og økið, har ætlaði tunnilin skal koma út beint norðan fyri Hósvík. Haraftrat skal ein tunnil borast til Skálabotn og víðari í Gøtudal.

Frank Hansen, sum dagliga arbeiðir við bygningskonstruksjónum, viðgongur, at hansara umsókn fyrst av øllum er ætlað til at fáa tey, sum skulu taka avgerðirnar, at hugsa seg um, áðrenn endalig støða verður tikin, hvussu ferðslan verður skipað í framtíðini.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið um heimild at leingja freistina hjá P/F Skálafjarðartunlinum at koma við eini burðardyggari verkætlan til 1. august í ár.

Løgtingið hevur í dag viðgjørt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni, og uppskotið er nú beint í rættarnevndina.

Kelda til henda tíðindastubban er heimasíðan hjá Kringvarpinum, men Sosialurin hevur eisini borið tíðindini um alternativa uppskotið hjá verkfrøðinginum, Frank Hansen.