Hóast Real Madrid í gjár vann seg víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League, so eru spælarar og venjarin fyri lemjandi kritikki frá fjølmiðlunum og viðhaldsfólkunum.
Real Madrid vann samanlagt 5-4 á Schalke 04 úr Týsklandi, men tapti seinna dystin á heimavølli 4-3. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð rungaðu ýlini frá viðhaldsfólkunum kring alt Santiago Bernabéu.
Her eru fimm orsøkir til ónøgdina í Rel Madrid:
1) Iker Casillas
Legendariski málverjin hevur spælt væl undir miðal í longri tíð. Fleiri vilja hava liðskipara úr málinum, men hann er eitt kent andit, sum hevur nógv at siga í høvðusstaðarfelagnum. Í gjár mundi hann hava lut í trimum av fýra málum hjá Schalke.
2) Gareth Bale
Heimsins dýrasti fótbóltsspælari hevur ikki skorað ella lagt upp til eitt mál í átta dystir. Alt byrjaði, tá hann tíðliga í ár ikki spældi Cristiano Ronaldo og Karim Benzema í upplagdum støðum, men skjeyt heldur sjálvur. Serliga áskoðararnir eru ónøgdir við walisan, sum tykist hava mist sjálvsálitið.
3) Cristiano Ronaldo
Heimsins besti hevur síðani umstrídda 30 ára føðingardagin, sum hann helt eftir 4-0 taptið fyri Atletico Madrid, verið fyri kritikki. Hann er innheintaður á toppskjúttarlistanum í La Liga av Lionel Messi, og nú vil hann ikki tosa við fjølmiðlarnar fyrr enn kappingarenda.
4) Carlo Ancelotti
Tann annars so róligi venjarin er komin undir trýst. Hann vil ikki skifta út í fremstu røð á liðnum, og tað tykist kosta nú serliga Gareth Bale tykist troyttur. Venjarin, sum vann Champions League í fjør, er longu undir trýsti.
5) El Clasico
Real Madrid bleiv farna vikuskiftið yvirhálað av Barcelona á stigatalvuni. Um hálva aðru viku møtast Barcelona og Real Madrid í dystinum, sum hevur fingið heitið “El Clasico”. Nú er trýst á Real Madrid, sum ikki hevur ráð at tapa arvafíggindauppgerðina, og áskoðararnir eru ónøgdir við avrikini undan stóra dystinum.