Chakib Khelil er oljumálaráðharri í Algeria og formaður í felagsskapinum hjá oljuútflytaralondunum OPEC, og hann er ikki í iva um, hvat hann og hinir ráðharrarnir fara at gera, tá teir hittast til ein framskundaðan fund hósdagin.
-Vit fara at skerja framleiðsluna, og skerjingin má vera so mikið munagóð, at hon kann tryggja javnvágina millum útboð og eftirspurning, sigur Khelil við BBC. Hann ásannar, at einki beinleiðis mark er ásett enn, men sigur tó, at er tað neyðugt at skarva 1,5 millión tunnur av dagligu framleiðsluni, so eru OPEC-londini til reiðar at gera tað.
Í summar var oljuprísurin uppi á 147 dollarum fyri tunnuna. Nú er hann fallin niður um 70 dollarar, og tað er hesum stóra prísfallinum, sum OPEC ætlar sær at steðga.
-Vit vilja hava støðugan prís, sum hvørki er ov lágur ella ov høgur, og eftir okkara tykki er tað hóskandi at hava ein prís millum 70 og 90 dollarar fyri tunnuna, sigur Khelil. Iran hevur boðað frá, at landið hevur somu áskoðan sum formaðurin, men Venesuela hevur sagt, at landið er fyri at skerja framleiðsluna meiri enn hálva aðru millión tunnur um dagin.
Chakib Khelil dylur ikki fyri, at hann vil fegin hava oljulond sum Noreg, Russland og Meksiko at skerja framleiðsluna.