Vit undirritaðu borgarstjórar vilja við hesum heita á okkara háttvirdu løgtings- og landsstýrisfólk um at binda frið og gevast við øllum tosinum um tvungna kommunusamanlegging.
Vit undirritaðu búgva og virka í vælvirkandi og vælriknum kommunum, ið megna at veita okkara borgarum tær tænastur, sum borgarin væntar at fáa frá síni kommunu.
Vit undirritaðu hava heldur einki ímóti at fáa fleiri borgaratænastur at umsita, og um so skuldi verið og peningur fylgir við, ivast vit ikki í, at vit eisini megna hetta.
Skuldi tað hent, at onkur av kommunum okkara heldur tað verða eitt gott hugskot at farið og lagt saman við aðrari kommunu, ja so kundi tað við lógini um “sjálvbodnari kommunusamanlegging” í hondini latið seg gjørt tann dag ímorgin.
Vit undirritaðu eru av tí fatan, at okkara samfelag kann missa meira fyri minni bæði fólkaræðisliga og búskaparlig. Við ógvusligum samanleggingum verður tann fólksliga umboðanin nógv skerd, somuleiðis sum vandi eisini er fyri, at drívmegin og framsókni í kommununum og kommunurnar millum minkar munandi.
Hinvegin trúgva vit upp á samstarv, eins og millum sjálvstøðugar tjóðir ella millum sjálvstøðugar einstaklingar, so eisini millum sjálvstøðugar kommunur
-----------------
Sigurð S. Simonsen Suni Jacobsen Otto West
borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu borgarstjóri í Sørvágs kommunu borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
Rólant Poulsen Kirstin Strøn Bech Dánjal Petur Muller
borgarstjóri í Eiðis kommunu borgarstjóri í Vágs kommunu borgarstjóri í Kvívíkar kommunu