Tí vilja vit gera viðmerkingar til Kommunala Eftirlitið, og annars framferðina í hesum máli.
Støðan er hon, at Læknahúsini á Skála, sum í dag verða nýtt sum Eldrasambýli, vóru seld á uppboðsølu hósdagin 25.2.1999. Sjóvar Kommuna søkti við telefax 3.2.99. um loyvi at bjóða upp á og keypa húsini. Men vit fingu ikki svar. Vit ringdu til Søren Pram fyri at fáa svar, og hann lovaði okkum svar beinan vegin. Men einki svar kom. Vit ringdu aftur, men søgan endurtók seg enn einaferð. Síðan fingu vit okkara sakførara at rykkja eftir svari. Men einki hjálpti. Sostatt hava vit í telefon rykt eftir svari í minst alagi 4 ferðir, eins og sakførari okkara eisini hevur rykt eftir svari. Men einki var vit fingu.
Hósdag sendi eg fundarboð til týsdagin 23.2.99. Á skránni er Læknahúsini á Skála. Mánadag og týsdag rykkja vit eftir svari, so at eg kann geva bygdaráðslimum boð um vit fáa loyvi at bjóða. Jú vit fáa lova svar. Men einki svar kom. Sostatt høvdu vit fund, uttan at vita, um vit fingu loyvi at bjóða upp á húsið. Vit vistu einki, og tí kundu vit bert taka støðu treytað av at vit fingu loyvi frá kommunala eftirlitinum. Ella við øðrum orðum vit høvdu als einki at halda okkum til. Vit høvdu sjálvandi okkara egnu meting av virðinum á húsinum, og avgjørdu so at bjóða soleiðis at vit forsvaraðu virðini hjá Kommununi.
Mikudagin ringi eg til Sørin Pram, og fái at vita, at vit skulu fáa svar tann dagin. Harumframt fái eg at vita, at teir hava avgjørt, at Skála Kommuna fær loyvi at bjoða meira enn Sjóvar Kommuna. Skála Kommuna fær sambært Sørin loyvi at bjóða 1,2 mió. meðan vit fáa loyvi at bjóða góða millión. Hann grundgav við, at tá fingu vit forsvara okkara virði, og at vit onga orsøk høvdu at keypa húsið. Sjálvandi mótmæli eg, og sigi við Sørin, at hetta ber ikki til. Við hesum gevur hann okkara part burtur fyri hálvan prís. Men hann svarar, at hann er ikki einsamallur um at taka hesa avgerð, og hon verður ikki broytt. Eg royni at muta ímóti, men einki hjálpur. Sørin sigur, at eg kann royna at sevna.
Men hetta var mikudagin 24.2.99. Hvussu skuldi Sjóvar Kommuna tá forsvara síni virðir. Kl. 13.09 kemur telefax svar upp á umsókn dagfest 3.2.99 um at fáa loyvi at bjóða uppá Læknahúsini. Svar kom eisini sum bræv dagin eftir, og var tað okkum í hendi, eftir at uppboðsan hevði verið. Uppboðssølan skuldi verða 24.2.99 kl. 9.50.
So var einki at gera, uttan at møta í rættinum og krevja nýggja uppboðssølu.
Grundgevingar sum tala fyri, at Sjóvar Kommuna bjóðar upp á Læknahúsini
Tryggingarvirðið, og tað er uttan grundstykki er 1,8 mió., og tí má virðið av húsunum metast at verða 2,0 mió. Húsið treingir til ábøtur, men minnist til, at landið letur 50.000 pr. búfólk sum stuðul, og tí má roknast við, at tá hesin stuðul er brúktur, er húsið sum nýtt. Húsini eru 221 kvm. miðhædd, 70 kvm. kjallari, 121 kvm. krúpikjallari, 24 kvm. bilhús og 9 kvm. hjallur. Grundøkið er 1420 kvm. Um líknandi hús skulu byggjast, kosta tey í minsta lagi 2,5 milliónir.
Men einki mál er einfalt, Tí verður neyðugt at greiða frá, Hví Sjóvar Kommuna møguliga hevur áhuga í at keypa Læknahúsini. Frá almennari síðu verður sagt, at eitt eldrasambýlið eigur at verða fyri hvørji 1500 fólk. Tí verður bert tað eina á vestara armi á Skálafjørðinum. Galdandi lóg er soleiðis, at skal ein íbúgvi úr einari kommunu inn á eitt heim sum onnur kommuna eigur, skal gjaldast fyri hetta. Einki stendur í lógini, og tí kann kommunan sum eigur eitt tílíkt eldrabýli leggja tað gjald á, sum hon heldur verða hóskandi. Eingin vegleiðing er, sum sigur, hvat er rímiligt. Sjálvandi verða tær kommunur, sum ikki hava nakað eldrasambýlið noyddar at gjalda. Tær kunna ikki nokta sínum íbúgvum røktarpláss. Heldur ikki um kostnaðurin er órímiligur.
Harumframt fáa tríggjar náttarvaktir í kommununi arbeiði. Hetta sæst aftur í kommunukassanum. Serstakliga nú heimahjálpirnar úr Sjóvar Kommunu, sum hava arbeitt um dagin, í Læknahúsinum, av ókendum, og sera løgnum, orsøkum eru uppsagdar.
Tí kunna vit ikki góðtaka tað grundgeving, at vit ikki hava nakra orsøk til at keypa húsið. Hetta, sum eg júst havi nevnt eru tvær góðar orsøkir at keypa húsið. Tó eru aðrar orsøkir sum tala ímóti. Men tað má verða Bygdaráðið í Sjóvar Kommunu, sum vigar fyri og ímóti, og ikki onkur tilvildarligur embætismaður í Landsstýrinum.
Harumframt nevndi Sørin, at hann ikki var einsamallur um at taka støðu í málinum. Hervið vilja vit biðja um at fáa at vita, hvør annars hevur tikið hesa avgerð. Tað er væl ikki Ingi Mohr, sum hevur verið uppi í leikinum.
Vit fara hervið at krevja at fáa fund við kommunala Eftirlitið um hetta mál. Vit kunnu gera greitt beinan veg, at vit ynskja, at hetta fær fylgir fyri onkran, hvør tað so er!!!
Kommunala Eftirlitið
Nú eg eri í gongd, vil eg eisini siga nøkur orð um Kommunala Eftirlitið. Hetta sokallaða eftirlit hevur ikki virka í nýggjari tíð. Tað hevur als einki gjørt, síðan Karolina Petersen setti Jógvan Við Keldu undir umsiting. Eitt eftirlit sum bert arbeiðir hvørt tígginda ár kundi ivaleyst gjørt meira.
Tí vil eg spyrja nakrar spurningar, sum eg meini, at tingmenn eiga at taka við í sínar metingar, nú viðgerð verður av kommunumálum seinni í mánaðinum.
Hesir spurningar eru til Føroya Løgmann, sum er Landstýrismaður í kommunumálum.
1. Hví gongur tað so long tíð at fáa svar frá Kommunala Eftirlitinum.
2. Hvussu nógvar klagur um óreglusemi hevur Kommunala Eftirlitið fingið seinastu trý árini, og hvussu nógvar av hesum eru kannaðar nærri?
3. Hvussu ber tað til, at tað ikki verður gjørt nakað við eina kommunu, har tað í grannskoðaraprotokollini stendur »Vit skulu enn einaferð gera vart við, at tað ikki er loyvt at brúka pening, sum ikki stendur á fíggjarætlanini«?
4. Eg veit um eina kommunu, sum ikki hevur latið roknskapin fyri 1996 inn. Enn hevur eingin rykt eftir hesum roknskapi. Tí vil eg spyrja. Hvussu nógvar kommunur hava ikki latið roknskapin inn fyri 1996, og hvussu nógvar kommunur hava ikki latið inn roknskapin fyri 1997?
5. Tað sigst, at tað ikki bert eru Landsstýrismenn, sum trívast undir trappuni?!
6. Eru hesir spurningar møguliga svar uppá, hví tað stendur so illa til hjá Kommunum í Føroyum.
Sjálvandi havi eg nógvar aðrar spurningar. Men hetta átti at verið meira enn nóg mikið. Um spurt verður um ov nógv í senn, ovbyrja vit Kommunala Eftirlitið, og tá fer tað at taka enn longri tíð at fáa svar.
Vit kundu hugsa okkum, at svara bleiv alment, og skótast gjørligt.
Strendur 8.3.1999
Sjóvar Kommuna
Eivind Jacobsen, form.