Opið hús við bilum og bátamotorum

Í sambandi við at nýggi VW Caddy var komin á føroyska marknaðin, var opið hús á Bilasøluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík leygardagin fyri páskir. Fyritøkan selur nú eisini Volkswagen bátamotorar

Nógv fólk vitjaðu á Bilasøluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík leygardagin 3 apríl, har høvið var at royndarkoyra nýggja VW Caddy bæði sum Van og Kombi.

Enska orðið Caddie verður brúkt um teir, sum bera golfkøllurnar í golfspæli. Á lýsingunum í fjølmiðlunum og stóru lýsingarskeltunum í býnum eru gamlar myndir av monnum við torvleypi á baki, sum vísa á tær stóru broytingarnar, sum eru hendar, síðan bilurin avloysti leypin.

Í hesum sambandi fingu tey vitjandi smáar leypar, ið vóru gjørdir sum reklama fyri Caddy.

Nú eisini VW bátamotorar

Sum nakað nýtt er Bilasølan nú farin at selja VW bátamotorar. Talan er um Volkswagen Marine motorarnar í ymiskum støddum heilt frá 40 til 150 hk.
Motorarnir fáast við girkassa ella drevi. Eisini er møguleiki fyri dupultari installatión. Motorarnir eru so gott sum teir somu, sum eru í VW-bilunum.