Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara

Fríggjadagin, hin 9. Januar, bjóðar Runavíkar kommuna til opið hús í nýumvældu ráðhúsunum á Høgabóli

Runavíkar kommuna skrivar, at opið hús verður frá kl. 15 til 17, tá vinnarin av verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli verður avdúkaður.

 

Fimm arkitektafyritøkur/samtøk lótu inn hugskot til sniðgeving og heildarráðgeving av næstu stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. Hesi vóru:

 

- BBP

 

- Henning Larsen

 

- MAP

 

- SNA

 

- ZETA

 

Til høvið vera øll innkomnu uppskotini sýnd fram, so tilber at síggja, hvussu komandi menningar- og mentanardepilin í kommununi fer at síggja út.

 

Á skránni vera harumframt røður, tónleikur og søtt ábit.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin á Heiðavegi 54