Opin pallur á Fjarðafestivalinum

Eitt nýtt tiltak á Fjarðafestivalinum er talent pallurin.

Hetta er ein nærmast opin pallur, har kristnir sangarar og tónleikarar kunnu vísa síni kynstur. Higartil hevur festivalurin avdúkað, at Brian Littrell úr Backstreet Boys og norski nógv virdi tungmálms bólkurin Extol spæla á festivalinum. Men við opna pallinum er latið upp fyri, at nógv spennandi føroysk nøvn vera at hoyra. Festivalurin sigur, at Fjarðafestivalurin er í samráðingum við onnur stór nøvn og verða hesi kunngjørd í næstum.