Orða føroyskan politikk

Janus Hansen, lívfrøðingur:

Eg fegnist stórliga um, at Vinnumálaráðið nú hevur sett sær sum mál at orða ein føroyskan orku- og umhvørvispolitikk, og eg vóni, at tað fer at gangast væl. Fyritreytirnar eru fyri tí. Vit hava at kalla ongan orku- og umhvørvispolitikk, so tað er lagamanni at læra av tí, sum onnur hava gjørt, eisini feilunum, og síðan orða ein føroyskan politikk. At Vinnumálaráðið eisini fyriskipar tiltøk við tí endamáli at birta uppundir alment kjak er ótrúliga gott.
Bjørn Lomborg
Eg gjørdist heldur kløkkur, tá ið eg sá, hvør var boðin higar av Vinnumálaráðinum. Júst sum Fiskimálaráðið hevur gjørt tað við Jón Kristjánsson, bjóðar Vinnumálaráðið einum pseudo-vísindamanni, í hesum føri Bjørn Lomborg, til at byrja kjakið um føroyska orku- og umhvørvispolitikkin. Alt gott um tað at birta uppundir eitt kjak og hava ein "devils advocate", hvørs orð ikki altíð skulu takast fyri fult. Men eg eri stórliga bangin fyri, at Vinnumálaráðið og aðrir kunnu finna upp á at taka orðini hjá honum í fullum álvara.
Eg var til fyrilesturin hjá Bjørn Lomborg í Norðurlandahúsinum, og sum væntað dugdi maðurin sera væl at tosa og undirhalda. Men innihaldinum eigur ein at varða seg fyri.
Nógvur dentur varð lagdur á at greiða frá, at neyðugt er at prioritera rætt. Jú sjálvsagt skulu vit tað, men eg vóni, at politikarar duga at síggja, at tá ið ein føroyskur orku- og umhvørvispolitikkur skal orðast, so kunnu teir ikki seta seg at viga AIDS/HIV-trupulleikan ella altjóða samhandil ímóti føroyskum umhvørvispolitikki.
Eisini hevði hann grafar, sum vístu, at nærum alt var betri í dag enn tað var fyrr. Fólk arbeiða minni, liva longur, eru ríkari og dálka enntá minni. Niðurstøðan var m.a., at umhvørvið er ein vána íløga, og Kyoto-sáttmálin ein desperat roynd til at gera bara okkurt, sum í síðsta enda einans kostar pening og ongum endamálið tænir.
Men veruleikin er ein annar enn tann, sum Bjørn Lomborg teknar. Hann nýtur tøl og útsagnir, sum aðrir granskarar eru komnir fram til, men nógv hevur verið funnist at honum fyri einans at velja tey tøl og tær útsagnir, sum tekna júst ta mynd, sum hann ynskir. Við øðrum orðum, hann villeiðir fólk. Hetta var eisini orsøkin til, at Udvalgene Vedrørende Videnskabelig Uredelighed kolldømdi mannagongdirnar, sum vórðu nýttar í bók hansara, Verdens Sande Tilstand. Tó, Videnskabsministeriet kolldømdi hesa niðurstøðuna, m.a. tí at bókin ikki var ein vísindalig bók og tí kundi eingin krevja, at hon var vísindaliga reiðilig. Har endaði tað kjakið.
Lat meg bara staðfesta, at niðurstøðurnar hjá Bjørn Lomborg ikki eru vísindaliga grundaðar. Ein listi av villum í bókini eru at síggja á www.lomborg-errors.dk, og sum mótvekt til bókina hjá honum eiga fólk at lesa Sceptical Questions and Sustainable Answers, ið Det Økologiske Råd gav út.
Var tað einans kjak, Vinnumálaráðið vildi hava, so valdu teir rættan mann. Men var tað at fáa eitt kjak til frama fyri ein góðan orku- og umhvørvispolitikk, so var hetta neyvan rætti maðurin.
Náttúru- og umhvørvispolitkkur
Nú valið fall á Bjørn Lomborg sum kjakbirtara, og hóast vit ikki kunnu brúka hansara talfimleik til nakað sum helst, so mundi endamálið hjá Vinnumálastýrinum kortini vera at skapa kjak um umhvørvispolitikk.
Lat tað vera sagt, at eg vóni at Vinnumálastýrið ætlar at taka tær umhvørvisábyrgdir á seg, sum tað eigur, og ikki gongur somu leið sum Marjus Dam, tá ið hann spurdi Bjørn Lomborg um "statistiske fiff" fyri at sleppa undan ov tungum byrðum av Kyoto-sáttmálanum. Vit mugu sum ábyrgdarfullur partur av heiminum taka á okkum tær ábyrgdir, sum fella okkum í lut og ikki snúgva okkum undan, har vit kunnu.
Skal ein orku- og umhvørvispolitikkurin orðast væl, so er tað neyðugt at samskipa hann við ein skilagóðan náttúrupolitikk.
Náttúrupolitikkur er ein yvirskipaður politikkur, ið byggir á eina vællýsta náttúru, har vit fólkaræðisliga hava tikið støðu til varðveitslu, rættindi og ábyrgdir. Síðan eiga lógir og kunngerðir at gerast sambært hesum. Neyðugt er eisini, at myndugleikarnir hava førleika, umstøður og møguleika til at tryggja, at hesar lógir verða hildnar.
Vit mugu skilja, at náttúrupolitikkur og umhvørvispolitikkur eru hvør sítt. Náttúrupolitikkur er fyrst og fremst ein spurningur um at varðveita náttúru. Umhvørvispolitikkur er í stóran mun ein spurningur um at regulera tey árin, sum standast av menniskjaligum virksemi, ikki bara til frama fyri náttúruna, men eisini fyri menniskju og fyritøkur.
Eingin politiskur vilji
Hóast politiskir flokkar í nógv ár hava skrivað føgur orð um náttúru okkara, so eru vit rættiliga fjart frá at hava ein veruligan náttúrupolitikk. Gott nokk er tað kanska nakað trupult hjá politikarum at seta beinleiðis orð á náttúruna, annað enn at vit eru glað um hana. Men er tað grundgeving nokk til ikki at umsita hana á forsvarligan hátt? Tað eru tað nøkur, sum meina, tí allar undanfarnar samgongur og sitandi samgonga hava í roynd og veru tikið ta avgerð ikki at hava ein náttúrupolitikk og harvið heldur onga náttúruumsiting.
Náttúrupolitikkur ljóðar sum eitt yvirskipað, kanska eitt sindur óneyðugt hugtak, men tað er av stórum praktiskum týdningi. Í minninum beint nú havi eg tvey ítøkilig dømi, sum vísa hvussu neyðugt tað er við einum náttúrupolitikki og hartilhoyrandi umsiting.
Eitt sera viðkomandi dømi í hesum samanhangi eru vindmyllurnar í Nes haga, sum SEV vil hava settar upp. Sum viðmerking til handfaringina hjá økisfriðingarnevndini, hoyrdist í Degi og Viku, at "SEV-leiðslan undrast eisini á, at sovorðnar subjektivar áskoðanir hava ávirkað vindmylluverkætlanina [...]". Sjálvsagt verður alt subjektivt, sum hevur við náttúruna at gera. Vit hava ongan politikk á økinum, og eiheldur nakran stovn ella myndugleika, sum fara óheftir inn í tílík mál.
Hitt dømið er tyrvingarplássið hjá Landsverkið við Oyggjarvegin. Í tí málinum hevur Landsverk ført fram, at tilfarið (sum er runnið út um lendið og liggur sum eitt lag í ánni allan vegin oman á Signabø) ikki er skaðiligt fyri náttúruna, tí hetta er natúrligt tilfar. Tað sigur seg sjálvt, at náttúran á hesum økinum verður ávirkað. Men uppáhaldið um, at hetta ikki er skaðiligt, fær loyvi at standa, tí eingin er at taka sær av tílíkum málum.
Tað finnast óteljandi tílík dømi, men higartil hevur politiski viljin til at umsita náttúruna forsvarligt ikki verið til staðar. Vit hava ongan stovn ella myndugleika, sum kannar, hvørja ávirkan inntriv hava á náttúruna, hóast vit hava bæði fólk og stovnar her á landið við nóg góðum førleika til at gera hesar kanningar.
Nú Vinnumálaráðið hevur sett sær fyri at orða ein orku- og umhvørvispolitikk, eigur Innlendismálaráðið at nýta høvið til at orða ein náttúrupolitikk. Síðan kunnu vit bara vóna, at ráðini bæði megna at samskipa hesar uppgávur, so at vit kunnu fáa ein vælvirkandi orku-, umhvørvis- og náttúrupolitikk.