Orbán viðgongur ósigur: Vit vilja tæna tjóðini sum andstøða

Núverandi forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, viðgongur valósigur á tíðindafundi, skrivar Reuters.

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, tosar um fyribils valúrslitini og viðgongur ósigur, skrivar Reuters. - Mynd: Bernadett Szabo/Reuters

Núverandi forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, viðgekk í kvøld at hava tapt á tjóðartingsvalinum í landinum.

Hetta hendi á einum tíðindafundi, skrivar Reuters.

Í røðu síni segði Orbán, at hann fer at tæna tjóðini sum andstøða, skrivar tíðindastovan.

Orbán legði afturat, at úrslitið er greitt, men "pínufult".

Formaðurin í andstøðuflokkinum, Tisza Péter Magyar, skrivaði á Facebook áðrenn tað, at Orbán hevði ynskt honum tillukku við sigrinum.

Í forsøgn eftir tjóðartingsvalið í Ungarn í dag sær út sum, at andstøðuflokkurin Tisza fer at vinna 136 av teimum 199 sessum í tjóðartinginum.

Forsøgnin varð gjørd eftir at 53,45 prosent av atkvøðunum vóru taldar.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, tosar um fyribils valúrslitini og viðgongur ósigur, skrivar Reuters. - Mynd: Bernadett Szabo/Reuters

Formaðurin í andstøðuflokkinum Tisza Péter Magyar mitt í røðu framman fyri savnaðu pressuni í dag. - Mynd: Ferenc Isza/Ritzau Scanpix