Tað stóð á jøvnum 33-33, men í allarseinasta sekundinum syrgdi Mathias Gidsel fyri, at liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin vann 34-33 á Lemgo, og hongur tí í stríðnum um annað plássið, og harvið luttøku í Champions League komandi kappingarár. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 17-15.
Hákun fekk tríggjar málmøguleikar í dystinum, og hann setti allar tríggjar í netið.
HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum Lemgo-Füchse Berlin 33-34 (15-17):
##med2##











