Her eiga vit fleiri góð orð, ið vit kunnu nýta í staðin. Tað ber til at siga: mær dámar sera væl í studentaskúlanum, gildið var frálíka stuttligt ella gildið var frálíkt. Eg veit ikki reiðiliga. Hatta smakkar frálíkt, og hann riggar væl – ella sera væl. Veðrið er frálíkt ella tað kann vera ein hendingagóður dagur – ella veðrið er ikki gott ella tað kann vera eitt vánaveður.
Tað var ordiliga gott; her er betra orðingin: “Tað var frálíkt” ella “Tað var óført”. – Vit mugu eisini gera mun á “góður” og “væl”. Matur kann vera góður, men hann smakkar væl. Skúlin er góður, men tað gongur væl í skúlanum. Ein bók kann vera góð, men tað gongur væl at lesa hana. “Hvussu gongst?” kann onkur spyrja. Her ber ikki til at siga “gott”, men tað má vera “væl”. Skal leggjast dentur á, ber til at siga “tað gongur framúr væl” ella “tað gongur sera væl”.
Onnur dømi: Eg tími ordiliga væl. Her er betri at siga: eg tími væl, eg vil fegin koma. Eg havi ikki ordiliga tíð í løtuni. Her er betra orðingin: eg havi ikki reiðiliga tíð í løtuni ella bara: eg havi ikki stundir.
Ofta vilja fólk hava sterk orð í dag, og tá ber til at siga, at eitthvørt er framúrskarandi, framúr gott, hendingagott, frágerðargott ella einskilagott.
Kanst tú vera ordiligur! Sigur mamman ella pápin við óskikkiliga dreingin. Her ber til at siga: skikka tær væl! Ver nú hampiligur!