Nú sleppa organistarnir at royna seg, tí í Gøtu kirkju verður skipað fyri orgul-marathon komandi leygardag.
Tað skrivar folkakirkjan.fo.
– Vit høvdu eitt slíkt orgul-marathon í Noregi. Tað riggaði avbera væl. Nú havi eg hug at geva føroyskum organistum henda sama møguleikan, sigur Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju við folkakirkjan.fo.
Tað er hann, sum fer at skipa fyri hesum forkunnuga tiltaki. Henda leygardagin fáa føroyskir organistar møguleika at vísa kynstur síni í verki – í roynd og veru so leingi, sum teir ella tær hava hug til tess.
Organistarnir fáa her høvið at spæla eitthvørt verk ella onkrar sálmar, sum teimum dáma væl.
– Kanska okkurt av tí, sum verður framført, ber boð um føstu og páskir, sigur Símun Hammer við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.
Tað er altíð hugaligt hjá organistum at sleppa at royna eitt orgul í eini aðrari kirkju enn júst teirri, ið teir vanliga hava eina tænastu við.
Í fjør fekk Gøtu kirkja eitt nýtt Hemmersam-orgul. Tað er hetta sum er karmur um hetta tiltakið, ið man vera tað fyrsta av sínum slagi í føroysku fólkakirkjuni.
Dagurin byrjar klokkan 10 á morgni við morgunmati, og ein tíma seinni verður farið undir sjálvt orgul-marathonið.
– Tankin er, at so nógvir organistar sum gjørligt tekna seg til dagin, fyri at spæla í einar 15 minuttir hvør.
– Ja, sjálvandi. Hevur onkur hug at spæla í 20 minuttir, so er tað eisini í lagi, sigur Símun Hammer við einum brosi.
Tann endaliga skráin fyri tiltakið er ikki løgd enn, men greitt er, at ein fyrilestur, sum hevur áhuga fyri organistarnar, verður á skránni seinnapartin.
Eftir henda fyrilesturin heldur orgul-marathonið fram – inntil allir organistarnir hava spælt síni løg.