ORKA við á franskari savnsútgávu

Herfyri frættist, at franska felagið Ici D?ailleurs hevði givið út fløgu hjá føroyska bólkinum ORKA. Nù er bólkurin við á savnsútgávu hjá felagnum, sum er tøk á netinum ORKA hevur fingið nógv burturúr at taka lut á tónleikastevnum úti í heimi, og eitt úrslit var, at franska felagið Ici D?ailleurs gav fløguna hjá ORKA út og tók á seg útbreiðslu av fløguni.

Nú er enn eitt stig tikið, ið er eitt fet framá hjá føroyska bólkinum. ORKA er nevniliga millum nøvnini á savnsfløgu, ið er tøk á netinum.

Savnið ber heitið Winter og fleiri bólkar og einstaklingar eru savnaðir á útgávuni:

1. Pigeon Jelly, Zero

2. Something About Ghosts, Matt Elliott

3. Market Diktat song, Jean-Philippe Goude

4. Í Mínum Æðrum (feat. Deadverse), Orka

5. Darling, darling, darling..., Chapelier Fou

6. A Travers Les Gens Comme Au Fond De Moi, Arnaud Michniak

7. Vacuum tubes, Deity Guns

8. Sunday negative, Arca

9. OuMuPo mix, Chapelier Fou

 

Til ber at vitja www.believe.fr/icidailleurs/ og kodan til at taka niður er:ici.