Tað sigur Hendrik Eghlom, stjóri á Magn.
Hetta sigur hann í svari til Aksel V. Johannesen, løgmann, sum í útvarpinum mikukvøldið greiddi frá politikkinum hjá landsstýrinum um, at helvtin av øllum sethúsum í Føroyum skulu hava grøna orku innan 10 ár.
Hetta ætlar landsstýrið annaðhvørt at gera við at taka avgjøldini av útgerð til grønar orkuskipanir, ella við at leggja hægri gjøld á oljuloysnir. Løgmaður tosar eisini um at bannað nýtslu av oljufýr í nýggjum húsum um til dømis 10 ár.
Hendrik Egholm heldur, at hetta er at brúka pengar upp á »forventet fangst«.
– Tað er júst tað, vit eru í ferð við við førda orkupolitikkinum. Vit tosa sum um, at el-orkan í Føroyum er grøn. Men tað er hon als ikki, tí hon verður fyri tað mesta framleidd við tungolju, sigur stjórin á Magn.
– Og tá vit av og á viðganga, at elorkan fyri tað mesta verður framleidd úr tungolju, so peika vit móti framtíðini, tá alt verður grønt og gott, og so vilja vit gera stuðulsskipanir fyri 100-tals milliónir longu nú, einans baserað upp á »forventet fangst«, sigur hann.
Hendrik Egholm vísir á, at nógv tann størsti parturin av el-orkuni í Føroyum í 2016 verður framleiddur av skitnari, svávulríkari og vandamiklari tungolju.
– Í dag (mikudagin) verða 87% av elorkuni framleidd av tungolju! Hví tosa vit, sum um elektrisitetið í Føroyum er »grøna loysnin«? Eg haldi meg vita hví. Tí vit eru farin at trúgva okkara egnu marknaðarføring – vit hava sagt tað so ofta, at nú halda vit, at tað er satt, sigur Hendrik Egholm, sum heldur, at orkukjakið má tengjast meira at fakta.
– Massiva PR og marknaðarføringin av verandi elorku er hvørki samfelagi ella umhvørvinum at gagni. Fyrst og fremst, lat okkum nú sannkenna, at fleiri hitapumpur í verandi stund = størri tungoljudálking. Og tungoljudálking er vandamikil. Eitt er CO2 útlátið, eitt annað er minst líka vandamikla svávuldálkingin, sum vit við hesum gleðiliga góðtaka, og vilja økja komandi árini. Gassoljan, sum oljuorkuverkini brenna, er vatn afturímóti vandamiklu tungoljuni. Hon er gullrein sammett við tungoljuna, sigur Hendrik Egholm.
Lesið viðmerking hanara VIT AT TRÝSTA HER