Ormurin vann í síðsta takinum

10-mannafør: Klaksvíkingur misti í síðsta taki sigurin, sum hann eina løtu sá út til at fara at vinna,

Tað var framúr spenningur og góð reklama fyri kappróðurin, tá ið punktum varð sett fyri langa kappróðrardagin á jóansøku í Vági.

Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Ormurin Langi vóru í øgiligari kapping.

Suðuroyingur hevði stavnin frammanfyri hinar í eina fitta løtu.

Tá ið tað restaðu hálvtannað hundrað metrar, misti Suðuroyingur, og so var tað Klaksvíkingur, sum stakk seg framum báðar kappingarneytarnar.

 

Tá ið tað restaðu 50 metrar, sá tað út til, at Klaksvíkingur fór at vinna, og hann var eisini fremstur, tá ið tað vóru bæði tíggju og fimm metrar á mál.

Teir á Orminum Langa vildu ikki sleppa, og tað eydnaðist teimum at fáa bilbukt við Klaksvíking, sum stóð seg væl betri enn undanfarnu ferðirnar og serliga betur enn á Skálafjørðinum, tá ið hann endaði á triðja plássi.

 

Í næstsíðsta takinum legði Ormurin Langa stavnin upp á síðuna á Klaksvíkingi, og í síðsta takinum svam Ormurin Langi framum klaksvíkingar.

 

Tað er lítið ella einki at ivast í, at Ormurin Langi vinnur FM. Kappingin í dag kundi bent á, at tað verður spennandi tríggjar teir síðstu róðrarnar.

Um tvær vikur – leygardagin sjeynda juli – verður kappróður á fjarðastevnu í Vestmanna.

 

1 Ormurin Langi 04.56.35

2 Klaksvíkingur 04.56.43

3 Suðuroyingurin 05.00.15

4 Havnarbáturin

5 Drekin Reyði