Ósemjan verður loyst fyrsta dagin

Tinglimir taka synd í løgmanni, tí tey halda, at hann verður eyðmýktur av Jenisi av Rana

Vit hava tosað um tað í samgonguni og málið verður avgreitt fyrsta dagin. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Málið um rættin hjá  samøðrum at navngeva børn, spøkir enn. Nú er nakað síðani at sammøður fingu sama rætt til gjald úr barsilsskipani, sum onnur foreldur. Men síðani hevur spurningurin tikið seg upp, um børn eisini kunnu fáa eftirnavnið á síni sammóður.

 

Málið er blivið rættiliga fløkt. Landsstýrismaðurin, sum umsitur navnalógina, Magnus Rasmussen, sigur, at lógin skal tulkast soleiðis, at sammøður hava akkurát sama rætt sum øll onnur foreldur. Sostatt kunnu børn fáa eftirnavnið á sammóður síni.

 

Men Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri landsstýrismannin, hevur eina heilt aðra støðu, tí tey siga, at tað er neyðugt at broyta navnalógina fyri at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Hinvegin eru tað prestarnir, sum føra kirkjubøkurnar og Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at hann gevur ikki prestunum boð um at broyta mannagongd, fyrr enn hann fær boð um tað frá ovasta myndugleika fyri kirkjuni, sum er Jenis av Rana, landsstýrismaður í kirkjumálum.

 

Men Jenis av Rana tekur undir við tulkingini hjá Umhvørvisstovuni um, at tað er neyðugt at broyta navnalógina og tí vil hann ikki geva biskupi boð um at broyta mannagongd fyri, hvussu kirkjubøkurnar skulu førast í sambandi við nøvn á børnum.

 

 

 

Kastibløka

 

Soleiðis hevur málið verið kastibløka ímillum landsstýrismenn og myndugleikar og tí kom løgmaður upp í málið. Og Bárður á Steig Nielsen staðfestir, at tað er landsstýrismaðurin á økinum, Magnus Rasmussen, sum ger av, hvussu lógin skal tulkast og sostatt skulu børn hava rætt til at fáa navnið á sammóður síni. Fyri einum mánað síðani staðfesti hann samstundis, at hann tók fyri givið, at tulkingin hjá Magnusi Rasmussen, var fylgd.

 

Men tað er hon ikki, tí Jenis av Rana stendur við sítt og biskupur stendur eisini við sítt og tí er einki hent. Málið varð aftur reist í Løgtinginum í morgun, tá ið Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, spurdi løgmann, hvar hann ætlar at gera við støðuna, og hvussu leingi Jenis av Rana sleppur «at spæla fandango« við hesum málinum, sum hann málbar seg.

 

Løgmaður sigur, at Jenis av Rana hevur boðað frá, at tað verður ikki hann, sum gevur fólkakirkjuni boð um at broyta mannagongdina, tá ið nøvn verða førd í kirkjubókina, so at børn kunnu fáa navnið á sammóður síni.

 

Hann sigur, at hann samgongan viðgjørt málið í morgun og at støða verður tikin ein av fyrstu døgunum, tí málið skal loysast, so ella so.

 

 

 

Synd í løgmanni

 

Tinglimir í andstøðuni, bæði Bjørt Samuelsen og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, halda, at løgmaður letur seg eyðmýkja av Jenisi av Rana. Bjørt Samuelsen sigur, at hon tekur seg hjartaliga synd í løgmanni og Hervør Pálsdóttir, sum eisini er tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi um løgmaður finnur seg í, at landsstýrismenn nokta at gera sum teir eiga av eini persónligari sannføring.

 

Tinglimirnir í Miðflokkinum taka undir við Jenisi av Rana tí teir halda ikki, at lógin skal lagast eftir, hvussu løgfrøðingar í landsstýrinum tulka lógina. Í navnalógina stendur greitt, at eitt barn kann fáa eftirnavnið á mammu síðni og pápa sínum.

 

Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið skal útinna løgtingsins vilja, tí skilur hann ikki, at tað verður góðtikið, at ein landsstýrismaður ikki vil gera tað. Hann heldur ikki, at tað er eitt samgongumál um landsstýrið skal gera, sum Løgtingið vil.

 

Hinvegin førdi Bjørt Samuelsen á, at tá ið lógin um sammøður varð broytt, varð ikki mett, at tað var neyðugt at broyta navnalógina. Støðan hjá løgfrøðingunum, er, at tað er ein spurningur um, hvør hevur foreldramyndugleikan, og tá ið sammøður hava foreldramyndugleikan, kunnu tær eisini lata børnini fáa eftirnavnið.