Ósigurin spilti ikki HB-veitsluna

At taka ímóti FM-steypinum bjargaði degnum hjá HB-arnum, sum ikki tóku 2-4 ósigurin ov tungt

Effodeildin: HB-fjeppararnir sungu og stuðlaðu undir øllum dystinum, og tað tyktist ikki at spilla gleðina stórvegis hjá FM-vinnarunum stórvegis, at teir taptu 2-4 ímóti NSÍ í Runavík í dag.

 

Eftir dystin gjørdi Tróndur Arge fleiri beinleiðis samrøður á Ràs2 við spælarar og viðhaldsfólk hjá HB, sum valdu at gleðast um kappingarárið í sínari heild.

 

Undir myndini ber til fremst at hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum seks málunum í dystinum. Rógvi S. Holm var viðmerkjari. Aftaná málini ber til at hoyra tey prátini Tróndur Arge gjørdi við ymiskar HB-arar úti á vøllinum. 

 

Ljóðfílan er 23 minuttir, og tí er týdningarmikið at lesa ta bláu strikuna inn fyrst.