Óstøðuga veðrið ávirkar trolaraflotan

Allir teir smáu trolbátarnir liggja, og onkrir partrolarar bíða eftir betri líkindum

- Fýra partrolarapør eru til fiskiskap, og væntandi koma tey flestu inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at onkur pør bíða eftir betri líkindum.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar upsa og kemur inn at landa í morgin.

 

- Ein fiskar svartkalva eystanfyri, og ein er ávegis í bretskan sjógv at fiska svartkalva.

 

Sagt verður, at havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, í løtuni ger yvirlitstrolingar og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuni.

 

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja og bíða eftir betri veðri.

 

Um garnaskipini verður sagt, at tvey skip fiska svartkalva, men skipini hava misjavnan fiskiskap. 

 

- Bæði garnaskipini koma inn at landa í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.